STROK aftur í skúlunum

Fyri nøkrum døgum síðan fingu skúlabørn kring alt landið høvi at seta seg fyri barnablaðið- og ungdómsblaðið Strok fyri skúlaárið 05/06. Flest øll børn og vaksin vita um blaðið, sum seinastu árini hevur havt einar 3.200 haldarar. Allir næmingar í fyrsta flokki fáa fyrsta blaðið ókeypis, so tey fáa høvi at kunna seg við blaðið. Blaðið vendir sær bæði til tey yngru og eldru børnini við fjølbroyttum tilfari. Á opnuni í miðjuni er ynskimyndin, sum øll kunnu ynskja sær. Í fyrsta blaðnum hesa ferð er mynd av Batman, ið júst hevur verið frammi við nýggjum filmi.
Innihaldið er sera fjølbroytt: Í hvørjum blaði eru greinar um okkurt serligt evni, har vit eisini práta við børn og ung. Hesa ferð snýr tað seg um at standa á rennifjør og um summarforelskilsi. Tíðindafróða sigur tíðindi úr øllum heraðshornum, og afturvendandi eru forvitnisligar frásagnir úr søguni, Blits - súrt og søtt um tey kendu, uppgávusíður, gaman, teknisøgur, krossorðagátur, søgur, teknisøgur, úr Bíbliusøguni, fleiri uppgávusíður o.m.a. Í fleiri førum ber til at senda loysnir inn og sostatt vera við í lutakasti um at vinna núggja flotta STROK-pennin, fløgur, ymiskar bøkur o.a.
Sum nakað serstakt er stór haldarakapping á skránni í ár, har vinningurin er ein spennandi familjuferð til Danmarkar við Norrönu, har tvey vaksin og tvey børn sleppa at búgva í íbúð í Danlandi og fáa ókeypis atgongumerki til Fårup Sommerland, Legoland og djóragarðin í Ålborg.
Blaðið kemur út 8 ferðir í skúlaárinum, tað er 40 bls. í litum. Tey flestu tekna seg sum haldarar í skúlunum, og tá er haldaragjaldið kr. 150 fyri alt skúlaárið. Tað ber eisini til at fáa blaðið sendandi við postinum, um tú vendir tær til Bókamiðsøluna og bíleggur blaðið, sum tá kostar kr. 150 + postgjald.
STROK verður umbrotið, prentað og heft á Pf. Føroyaprent.
Í blaðstjórnini eru Niels Jákup Thomsen, blaðstj., Beinta Johannessen, Jonna Olsen og Eyðna Magnussen.