Beinta Vilhelmsen er útbúgvin skraddari, ger handgjørd klæði eftir máti og hevur egnan snotiligan handil í Niels Finsensgøtu í Havn.
Mótarák somuleiðis í gallaklæðum
Rák er í gallastási eins og í mótaklæðum. Júst nú er tað t.d. inn at vera í klæðum, ið leggja seg at kroppinum, so sum korsagur og strammir kjólar. Flestu kjólarnir, Beinta seymar til viðskiftafólk síni í løtuni, hava eitt sokallað havfrúgvasnið. Tá ein niðurdeilur hevur havfrúgvasnið, situr hann at niður eftir beinunum og flánar síðan út í neðra: Tíðin er farin frá at vera í prinsessukjólum, ið fara út frá miðjuni. Men tó eru korsagurnar sum fyrr, har bondini verða táttað, so kropsskapið kemur fram. Eisini hava nógvir kjólar sleip.
Kunnu tó fara í buksur
Korsagur eru rættiliga inn sum gallastás: Men vit kunnu saktans fara í eina korsagu saman við flottum buksum og framvegis vera ordiliga fín. Tað er jú sanniliga eisini tilhoyrið, ið avger, hvussu endaliga úrslitið verður t.d. ørðvísi skógvar, perlur, taskur, glitur, hárið o.s.fr. So í høvuðsheitum kunnu klæðini vera einføld, men allíkavæl síggja avbæra gott út. Men um Beinta sjálv hevði farið á Planet Galla, hevði hon fegin latið seg í okkurt vilt: Korsagu, stórt tyllskjúrt, kanska reytt ella grønt og onkrar smartar skógvar.
Litríkt, men kortini svart
Gallaklæðir eru ofta litríkari enn klæðini, vit lata okkum í til vanligar veitslur. Tó er svart altíð ein siðbundin og vældámdur litur: Nógv ynskja sær sterkar litir so sum reytt, sterkt ljósareytt, grønt o.a. til gallaklæðini. Og eg haldi, hetta kemst av, at vit ofta nýta nógvan pening til klæðini, og so skal hetta gjarna vera litríkt og síggjast aftur.
Mary og Sex in the City
Nógv ynskja sær ofta vakra kjólan, jakkan ella toppin hjá yndisstjørnu síni. Og hjá Beintu hendir tað seg oftani, at onkur kemur á gátt við myndum úr bløðum av kendum og víðagitnum fólkum. Og so ynskja tey at bíleggja sær júst hesi klæðini. Hetta kunnu vera alt frá kendu filmsstjørnunum í Hollywood, prinsessa Mary ella kvinnurnar í sjónvarpsrøðini Sex in the City.
Vit eru so ymisk
Tað er reiðiliga skiftandi, hvat føroyingar flestir halda vera gallastás. Summi halda, tey eru ovurhondsfín, bara tey lata seg í ein vanligan niðurdeil, meðan onnur lata seg í onkran serstakan gallakjóla við øllum tilhoyri fyri at kenna seg fín: Tað er sjálvandi alt eftir, hvat vit eru von við til dagligt. Men eg haldi føroyingar meira nú enn bara fyri 4-5 árum síðani eru farnir at ganga uppí, hvussu teir klæða seg. Eg havi fingið ógvuliga nógvar bíleggingar frá fólki, ið ynskja at vera serliga fín til ymiskar stórar veitslur og brúdleyp.
Eitt handgjørt gallasett hjá Beintu kostar úr 1500 upp í 6000 kr alt eftir toygóðsku, sniði o.ø. Ein korsaga kostar um 1800-2500 kr.
Hóast best er, um bílagt verður í góðari tíð hjá Beintu, hevur hon tó onkrar kjólar, niðurdeilar og korsagur á goymslu í handli sínum.
Must-haves hjá Beintu:
Korsaga
Sleip á kjólanum
Silki
Liturin reytt
Gull- ella silvur-skógvar
Glitur t.d. á klæðum, prýðislutum, kroppi o.s.fr., men tó ikki á øllum støðum í senn.