Strong tiltøk fara ikki at ávirka siglingina hjá Norrønu

Men tað kann ávirka ávís ferðafólk við Norrønu

Í fyrstu syftu verður siglingin hjá Norrønu ikki ávirkað av, at myndugleikarnir í Danmark hava gjørt av, meststum at byrja alt Norðurjútland fullkomiliga av frá restini av Danmark.

Fólk sleppa ikki at ferðast úr øðrum pørtum í Danmark til Norðurjútland og fólk sleppa ikki at ferðast úr Norðurjútlandi. Og tað er enntá so strangt, at fólk sleppa ikki at ferðast ímillum kommunur í Norðurjútlandi. Í høvuðsheitum er tað alt økið norðan fyri Limfjørðin, sum er rakt av hesum tiltakinum.

Eisini Hirtshals, har Norrøna siglur til og frá, er rakt av tiltøkunum hjá myndugleikunum í Danmark, men Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur, at Norrøna ikki verður rakt av hesum, í hvussu so er ikki fyribils.

Hóast myndugleikarnir í Danmark hava sett hesi strongu tiltøkini í verk, eru kortini nøkur fá undantøk, og flutningur av farmi er eitt undantak, so farmur hevur frítt at fara.

Men tað kann ávirka nøkur av ferðafólkunum. Rúni Vang Poulsen sigur, at tey ferðafólk, sum ætla sær onkustaðni í Norðurjútlandi, verða avvíst. Men tey ferðafólk, sum skulu aðrarstaðir, sleppa ígjøgnum við teirri treyt, at tey fara beint ígjøgnum og ikki steðga á.

Annars er Norrøna á veg til Hirtshals, har hon verður fyrrapartin í morgin.

Orsøkin til, at myndugleikarnir í Danmark eru farnir so harðliga til verka, er at korona virus hevur broytt seg, og at 12 fólk eru funnin við hesum nýggja slagnum av koronu, sum tey kalla Cluster 5. Hetta nýggja slagið av koronu er komið frá minki, sum hevur smittað fólk og avleiðingin er, at minkurin er avsagdur, so nú er hvør einasti minkur fyribeindur.

Tað ringasta, granskarar síggja fyri sær, er at hetta nýggja slagið av koronu fær fótin fyri seg, tí so er vandi fyri, at koppingarevni, sum er ment ímóti koronu, ikki riggar – og so standa vit við eini nýggjar farsótt har alt arbeiðið at menna eitt koppingarevni má byrja av nýggjum.

Støðan í Danmark hevur vakt ans runt umkring og ymisk lond hava sett tiltøk í verk at forða fyri, at tey fáa ferðafólk úr Danmark.