Stroyma býráðsfundir í Klaksvík

Allir býráðsfundir eru almennir. Hetta tekur Klaksvíkar kommuna í álvara

Allir býráðsfundir eru almennir. Hetta tekur Klaksvíkar kommuna í álvara. Tískil hevur Klaksvíkar Kommuna sett í verk tiltak, sum ger tað gjørligt at fylgja býráðsfundinum eitt nú heima við hús ella til skips. 

 

Stroyma býráðsfundin

Hóskvøldið 24. apríl kl. 19 hevði Klaksvíkar Býráð fund. Hesin fundur var søguligur á tann hátt, at hann kundi stroymast alment á alnótini.


Sambært Kommunustýrislógini eru allir kommunustýrisfundir almennir. Tað vil siga, at møguleiki skal vera hjá áhugaðum at møta í býráðshøllini til fundirna, til tess at lurta eftir viðgerðini av teimum málum, ið eru á skrá. Við teirri tøkniligu menningini eru nú aðrir møguleikar hjá fólki at gera seg kunnug við býráðsarbeiðið. Klaksvíkar Býráð gjørdi fyri tíð síðani av, at almennu fundir tess skulu stroymast alment. Hóskvøldið vórðu teir so stroymaðir á fyrsta sinni.