Uttanríkisráðið letur 1, 37 milliónir til tvær stórar verkætlanir í ávikavist Eysturtimor og El Salvador. Christian Aid stendur á odda fyri seinni nevnda. Báðar verkætlanir hava føroyska luttøku, sum inniber at føroyingar ogna sær royndir og kunnleika innan altjóða menningarsamstarv, samstundis sum føroyskur serkunnleiki verður gagnnýttir uttanlands.
Onnur verkætlanin er ein fiskuvinnuverkætlan, sum hevur til endamáls at kanna og lýsa fiskivinnumøguleikar í Eysturtimor. Partur av verkætlanini er at seta í verk eina royndarætlan, sum skal økja um fiskivinnuna og inntøkugrundarlagið í tveimum sera fátækum landslutum í landinum. Sambært Human Development Index er Eysturtimor millum tey allar fátækastu londini í heiminum.
Tað er felagsskapurin Mercy Corps, sum stendur fyri verkætlanini. Umframt fíggjarligan stuðul inniber samstarvið við Mercy Corps fakliga ráðgeving frá Havstovuni, sum skal samstarva við felagsskapin um at kanna og lýsa fiskivinnumøguleikarnar í Eysturtimor.
Verkætlanin í El Salvador hevur til endamáls at geva íbúgvunum í La Paz økinum, sum er sera tilafturskomið, betri atgongd til reint drekkivatn og at betra um kloakkviðurskiftini. Mett verður at fleiri enn 2000 fólk fáa beinleiðis gagn av verkætlanini komandi tvey árini.
Tað er felagsskapurin Christian Aid, sum stendur fyri verkætlanini í samstarvi við lokalar felagsskapir í El Salvador. Samstarvað verður eisini við Reyðakross í Føroyum og ætlanin er at senda eitt fólk frá Reyðakrossi til El Salvador, í eitt styttri tíðarskeið, at luttaka í verkætlanini.