Stuðlað hondbóltinum við at hyggja

Hondbóltur: 10 krónur av hvørjum atgongumerki fer beinleiðis til ungdómslandsliðini hjá HSF

Á seinasta aðalfundi í Hondbóltssambandinum 25. apríl 1998 vóru limafeløgini samd um at standa saman um at fíggja arbeiðið við ungdómslandsliðunum, nevnd U-18 og U-16 (á enskum máli kallað junior og yuoth).

Eitt er, at feløgini skulu gjalda ávíst gjald fyri hvønn spælara, tey hava á nevndu landsliðunum.

Annað er, at atgongumerkini, ið seld verða til dystirnar í vetur, hava feløgini keypt frá Hondbóltssambandinum fyri 10 kr. hvørt. Hetta merkir, at hvørt atgongumerki, ið selt verður til dystirnar í hondbóltskappingini 1998/99, gevur Hondbóltssambandinum 10 krónur, sum óskerdar fara á konto til ungdómslandsliðsarbeiðið.

Atgongumerkið er samstundis ein lutaseðil. Drigið verður í tveimum umførum. Fyrri dráttur verður millum jóla og nýggjárs, har vinningurin er eitt 25? SONY stereo litsjónvarp frá LM-handlinum. Við í hesum dráttinum eru øll atgongumerkini, ið seld eru fram til jóla.

Annar dráttur verður, tá ið kappingin er at enda komin fyrst í apríl 1999. Við í øðrum drátti verða bara atgongumerkini, ið seld eru frá fyrst í januar til apríl 1999. Atgongumerkini verða stuðlað av P/F Føroya Shell og P/F Føroya Banka.

Hondbóltssambandið fer tí at minna áskoðararnar á at goyma atgongumerkini, til drigið er.


Venjarar eru settir

Ungdómslandsliðini eru meldað til undankappingar í 1999. U-18 eru meldað til undankapping til heimsmeistaraheitið. Henda undankapping verður í páskavikuni.

U-16 liðini eru meldað til undankapping til europameistaraheitið. Hendan undankappingin verður 21.-23. mai 1999.

Venjarar eru settir at taka sær av U-18 og U-16 landsliðunum. Rumenski venjarin hjá VÍF, Daniel Rapa, fer at taka sær av venjingini av U-18 dreingjunum saman við hjálparvenjara. U-18 gentunum fara rumenska Iolena Monteneau úr VÍF og danska Lotte Sørensen úr Kyndli at taka sær av.

U-16 gentunum fara Neistavenjararnir René Christensen og Hugo Lykke Larsen at venja, og U-16 dreingjunum fara íslendski venjarin hjá Kyndli, Jakob Jónsson, og Jónálvur Johannesen úr KÍF at standa fyri.

Hondbóltssambandið heldur seg við hesum at hava fingið teir frægastu venjararnar til okkara ungu spælarar. Vónandi verða hesir útlendingar væl móttiknir í føroyska hondbólts- og ítróttarumhvørvinum.

Fyribils úttøkan til venjingarnar er farin fram soleiðis, at feløgini hava sent inn nøvnini á teimum spælarum, tey halda vera skikkaðar til slíka landsliðsvenjing. Hondbóltssambandið hevur kallað øll hesi ungu til venjingar fríggjadagin 16. oktober í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Tey yngru møta fyrrapart og tey eldru seinnapart. Hesi ungu fara so at spæla dystir, har venjararnir kunnu sita og eygleiða og gera sær sínar metingar. Annars eru venjingartíðirnar hjá teimum ymsu landsliðsbólkunum ásettar í kappingarskipanini.

Vit skulu annars minna á, at kappingarskráin hjá Hondbóltssambandinum er komin út sum bóklingur og er at fáa til keyps í sølubúðum og í ítróttarhøllum.