Um vikuskiftið varð skipað fyri árliga tiltakinum Grannakaffi. Grannakaffi er eitt átak hjá Krabbameinsfelagnum, har persónar bjóða grannum, vinum ella øðrum á gátt til eina hugnaløtu. Til hesa løtuna fáa gestirnir so møguleikan at lata pening í stuðul til virksemið hjá Krabbameinsfelagnum.
- Tað er ikki endaligt upptalt enn, men tað vóru umleið 55 tiltøk kring alt landið. Tað eru vit væl nøgd við, sigur Poula Norðbúð, ið starvast í Krabbameinafelagnum.
Meðan áhugin fyri at skipa fyri Grannakaffi var stórur tey fyrstu árini, so er hann minkaður nakað seinnu árini, greiðir Poula Norðbúð frá.
- Fyrsta árið vóru yvir 100 tiltøk. Tað var alt so øgiliga spennandi og undirtøkan var góð. Men tað er vanligt, tá man skipar fyri slíkum. Síðan hevur áhugin fyri at skipa fyri tiltøkum verið spakuliga fallandi, greiðir Poula Norðbúð frá, ið tó vísir á, at áhugin fyri at stuðla enn er høgur.
- Hóast talið av tiltøkum hevur verið minkandi, so minkar innkomni stuðulin ikki samsvarandi. Ein av orsøkunum er helst tann, at meðan tiltøkini eru færri í tali, so sláa fólk seg saman nú og gera størri tiltøk. Tað eru eisini nógv, ið hava tikið tiltakið til sín og hava tað á hvørjum ári.
Hvussu stórur stuðulin er í ár verður ikki greitt fyrr enn um tvær vikur, men fyri Krabbameinsfelagið hevur tað stóran týdning, at fólk skipa fyri slíkum tiltøkum kring landið, tí tað loyvir verandi virksemi at halda fram.
- Grannakaffi hevur nógv at siga fyri felagið, tí stuðulin er ein stórur partur av inntøkunum hjá felagnum, og so setir tað fokus á tað arbeiðið, ið felagið ger, sigur Poula Norðbúð.