? Eg havi sjálvur hoyrt hasi tíðindini, og eg havi fingið fleiri uppringingar frá fólki, ið hava spurt meg um hasi leysatíðindini, men einki hald er í teimum, sigur Jógvan Lützen, tá hann verður spurdur, um hann ætlar at stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin til løgtingsvaldið.
Hann sigur, at eingin úr Sjálvstýrisflokkinum hevur vent sær til hansara um at gerast valevni á lista D. Um hann hinvegin hevði fingið eina áheita um hetta, hevði hann ikki ønt henni aftur.
? Eg eri fólkafloksmaður um ein háls, og eg fari at stuðla flokkinum til valið, sigur Jógvan Lützen.
Fólkaflokkurin hevur stillað seks valevni upp til valið í Norðoyggjum. Tó boðaði flokkurin frá, at hann fegin vildi hava enn eitt valevni á listan.
Jógvan Lützen sigur seg heldur vilja loyva yngri fólki framat listanum, men um hann fekk eina áheitan um at stilla upp, hevði hann umhugsað hetta tilboðið.