Suðuroyar Sparikassi heldur fram sum høvuðssponsorur hjá FC Suðuroy.
Petur Óli Samuelsen, deildarleiðari í Suðuroyar Sparikassa, er fegin um avtaluna og heldur tað vera týdningarmikið hjá sparikassanum at vera virkin og skapa góðar liviumstøður og menning í Suðuroynni.
- FC Suðuroy hevur stóran týdning fyri trivnaðin í oynni, og tí er eitt samstarv millum Suðuroyar Sparikassa og FC Suðuroy eisini eitt gott samstarv fyri oynna, sigur deildarleiðarin.
Julius V. Joensen, formaður í FC Suðuroy, fegnast eisini um, at Suðuroyar Sparikassi, sum er einasti peningastovnur við høvuðssæti í Suðuroynni, enn einaferð hevur valt at fara í eitt samstarv við FC Suðuroy.