Stuðlarnir vóru í miðdeplinum

Kappingin í Klaksvík var somikið væl eydnað, at fyrireikararnir longu hava ásett dagin til komandi ár

Tað var lív og kæti í ítróttarhøllini í Klaksvík í fyrradagin. Tey í høllini vóru ein partur av teimum, sum plaga at savnast til dystir og kappingar inni og úti, men hesa ferð vóru leiklutirnir øðrvísi.

Millum áskoðararnar vóru fleiri av FM og steypavinnarunum hjá KÍ, og onkur av teimum fýra fulltíðar yrkisspælarunum, sum búgva í øðrum londum, har teir spæla fótbólt, sást eisini.

Hesir vita, og teir hava altíð kent, at teir eiga góðan stuðul í Klaksvíkini og í hinum plássunum í Norðoyggjum. Stuðulin er bæði peningaligur til ítróttarfelagið í Klaksvík, og tá nógvu viðhaldsfólkini møta upp til dystir og kappingar.

Stuðulin gevur seg eisini til kennar í nógva fótbóltsprátinum, sum er har norðuri alt árið og alla staðni.

Stuðulin kemur bæði frá yngri og eldri, og tað er eingin munur á høgum og lágum. Áhugin fyri fótbóltinum og KÍ er stórur alla staðni, og ikki minst millum siglandi fólkið er hann serliga stórur. Tá teir eru heima, ferðast teir við KÍ, og tá teir eru burturi, eru teir púra sjúkir at frætta, hvussu tað gongst, og uttan mun til, um teir eru staddir á nærleiðum ella á fjarleiðunum í Barentshavinum ella á Flemmish Cap, so vita teir úrslitini beinanvegin, tá dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð.


Úr Barentshavinum og á vøllin

Í Klaksvík hava teir tosað um, at teir áttu at lagt soleiðis til rættis, at stuðlarnir onkuntíð fingu høvi at royna seg á vøllinum. Bestu líkindini fyri hesum eru um jólini, tí tá liggur størsti parturin av flotanum. Erling Petersen og Palli Ziskason tóku sær av uppgávuni, áhugin millum sjómenninar var stórur, og tá teir løgdu til brots klokkan tíggju týsmorgunin høvdu 20 lið við tilsaman 130 spælarum boðað frá luttøku. Fýra spælarar vóru á vøllinum fyri hvørt liðið í senn, og fyrireikararnir høvdu lagt uppfyri, at sjómenn kunnu vera ikki so lítið beindovnir, tí hámarkstalið av spælarum, ið kundu hoyra til hvørt liðið, var sett til átta.

Hetta bar eisini við sær, at meðan teir í dómaratrioini hjá Lassanum Isaksen skiftust um at halda skil á átta sjómonnum, sum runnu eftir bóltinum, so sótu stórt hundrað aðrir sjómenn kring vøllin. Tað sigur tað seg sjálvt, at tað var ikki keðiligt, heldur ikki fyri meistaraspælararnar og hinar áskoðararnar, sum fingu meiri enn bara stuttligt fótbóltsspæl fyri atgongugjaldið.

Flestu skipini vóru úr Klaksvík og úr Norðoyggjum, men skip, sum hava annað enn KG á bógnum, høvdu eisini manning í KÍ høllini týsdagin. Dømi um hetta vóru Grønanes og Sardis.

Akraberg, sum hoyrir heima á Toftum, kom úr Barentshavinum týsnáttina. Á midnátt boðaðu teir frá luttøku í fótbóltskappingini, norðoyingarnir vóru við hús klokkan tvey týsnáttina, men tað helt teimum ikki frá at spæla fótbólt týsdagin.


Tíðarkarmurin helt upp á stás

Tvey skip, sum vóru umboðað í kappingini týsdagin, eru burturi. Øll hini hava verið heima um jólini. At Sundaberg og Sjúrðarberg høvdu lið við í kappingini komst av, at tað hoyra fleiri enn akkurát teir, sum telja eina manning, til eitt skip. Onkrir eru heima og halda frí hvønn túr. Hesir mannaðu seg til kappingina, og til tað, sum restaði í, fingu teir hjálp frá onkrum, ið eru í langfarasigling, men sum vóru heima á jólum.

Tey tjúgu liðini vóru skipað í fýra bólkar. Tvey tey bestu úr hvørjum bólkinum komu í fjórðingsfinaluna, ið var skipað sum eitt nýtt bólkaumfar. Tey bæði ovastu liðini í hesum báðu bólkunum komu í hálvfinalurnar.

Hvør dysturin var fimm minuttir. Royndirnar hava ofta verið, at tá 56 dystir skulu spælast út í eitt, so kann tað verða so skjótt, at kappingin verður longri, enn tað var ætlað, men hóast teir hugnaðu sær, so syrgdu sjómenninir fyri, at tíðarkarmurin helt upp á stás.

Ætlanin var, at hálvfinalurnar skuldu verða klokkan hálvgum fýra, og at dysturin um triðja plássið skuldi vera klokkan fýra og finalan aftaná. Hálvfinalurnar vóru avgreiddar klokkan trý korter til fýra, og so lógu manningarnar og áskoðarafjøldin bakk í eitt korter, áðrenn teir kundu leggja á aftur.

At tað vóru línuskip, sum vóru best, var kanska ikki so undarligt, tá kappingin var í Klaksvík. Jógvan S lá á Polarstjørnuni í kappingini um triðja plássið, og í finaluni vóru teir umborð á Jákupi B omaná teimum umborð á Núpi.


Triðji hálvleikur

Eftir lokið stríð handaði Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, steyp, sum Klaksvíkar kommuna hevði givið. Trý tey bestu liðini fingu ognarsteyp, og so fekk manningin á Jákupi B eisini eitt ferðasteyp. At ferðasteyp verður latið ber boð um, at ætlanin er at leggja til brots aftur, og tað hava teir longu gjørt av í Klaksvík:

? Kappingin komandi ár verður hósdagin 28. desember, og longu nú hava tólv lið boðað frá luttøku, visti Palli Ziskason at siga okkum mikumorgunin. Tá hevði hann akkurát staðfest, at tiltakið hevði givið stívar fimm túsund krónur, sum vóru latnar jólaskipagrunninum í Klaksvík.

Eftir at kappingin var liðug týsdagin vóru luttakararnir bodnir til borðhald í Skálanum. Teir settust til borðs klokkan hálvgum seks, og klokkan níggju vóru teir lidnir. Tað verður sera væl latið at borðhaldinum, har nógvir røðarar vóru.

Millum røðararnar var Niels Olaf Sølvará, sum tey, ið hava ferðast saman við landsliðnum komast við. Niels Olaf er nevndarlimur í felagnum tólvta manni. Hann siglir við Pison, og inni á vøllinum gekst teimum ikki so væl. Teir fingu vánaligastu úrslitini, men ídni fótbóltsmaðurin helt fyri, at tað var ein uggi í, at komandi ár kundi tað bara ganga rætta vegin. Tað var eisini Niels Olaf Sølvará, sum metti um áskoðarafjøldina í ítróttarhøllini í Klaksvík týsdagin:

? Hon mundi vera sum tá B36 og HB hittast í landskappingini ? eini hálvt annað hundrað fólk!jh