Tað vakti ans og elvdi til misnøgd millum danskar kappingarneytar, tá grønlendska fiskivinnufyritøkan Royal Greenland fekk 500 milliónir krónur í hjálp frá landsstýrisnum í summar. Tær donsku fyritøkurnar vildu vera við, at tann almenni stuðulin var í stríð við kappingarreglurnar.
Men tað var hann ikki, skrivar Lene Espersen, vinnumálaráðharri, í einum svari til Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkinum, sum setti spurningin.
Ráðharrin sigur í svarinum, at Grønland hevur sína egnu kappingarlóg, og at tí umfata tær donsku reglurnar ikki Grønland og grønlendsk feløg.