Stuðulin bæði korrumperar og broytir okkara politisku skipan radikalt

Onki fólk hevur - yvir eitt longri tíðarskeið - góðtikið direkta ella indirekta politiska stýring úr øðrum landi. Og varamenn fyri fremmandu tjóðina, ið hava tikið hesa uppgávu upp á seg, hava verið so illa lýddir, at okkurt navnið - á tílíkum varamanni - er vorðið kriminelt at skíra nakran annan fyri at vera.

Okkara danski stuðul viðførir, at politiska skipanin verður skeiklað á tann hátt, at umleið helvtin av okkara fólkavaldu, ið manna løgting og landsstýri, eru blokkstuðulsfólk og harvið sambandsfólk í breiðari merking, sum afturfyri stuðulin stuðla dønum og teirra áhugamálum politiskt, eisini í málum, sum á ongan hátt áttu at viðkomið dønum, men har summar avgerðir í ringasta føri – og um illa vildi til – kundu havt fingið lívshættisligar fylgir fyri okkum bæði sum land og fólk í orðsins sanna týdningi. ??Mong av hesum sambandsfólkunum høvdu aldrin verið vald at stjórna okkara landi, høvdu vit verið ein fræls tjóð, tí hvat skulu vit tá við sambandsfólki í landsins politisku leiðslu? Tí eg gangi út frá, at flest øll vita, at tann dagin - Føroyar gerast frælsar – og danir ikki longur fáa valuta fyri pengarnir,  so smekka teir pengakassan í, og sambandsfólk mugu leita sær annað beiti at bíta í enn politisku samsýningina fyri at verja donsk áhugamál í Føroyum. ??Mong munnu vita, at stuðul kann vera sera góður og neyðugur á rætta stað og til røttu tíð, men at hann annars - í flest øllum øðrum førum - er sera skaðiligur. Hetta kann bæði síggjast, hoyrast og lesast um úr mongum hjálondum, har stuðulin - í staðin fyri at fremja - forðar eini hart tiltrongdari menning á veg fram móti einum sjálvberandi búskapi, sum er ein av grundleggjandi fyritreytunum fyri persónligum og tjóðskaparligum frælsi.??Og hvussu er so við okkara blokkstuðli? Mann hann ikki eisini - í stóran mun - vera ein forðing fyri okkara menning fram móti einum sjálvberandi búskapi og einum frælsum Føroyum???Í hesum sambandi kann eisini verða vert at spyrja, um danski stuðulin ikki var viðvirkandi til ella kanska høvuðsorsøkin til skilaleysa oysli í samband við eginpeningaleysu skipakeypini og ein ráðfiskagrunn, ið at enda stuðlaði høvuðsvinnuni við ikki minni enn 500 mill. kr. um árið, og annars í øðrum politiskum peningarúsi, sum endaði við at koyra Føroyar á heysin 6. okt. í 1992, við teimum sera álvarsligu og ómenniskjansligu fylgjum, at 5000 føroyingar – mong eisini við stórari skuld –máttu flýggja í onnur lond, meðan 23% vóru blakað út í arbeiðsloysi? ??Og hvat við teim 100-tals mill. mvg.- og skattakrónunum, ið ikki koma til høldar í landskassanum? Hvussu verða holini – ið standast av hesum ránum - fylt upp? Og hvussu við teimum holunum, ið standast av, at fólksins ognir verða latnar fyri onki til fólkafloksfólk? Og hvussu við tøgnini, tá fólkið má gjalda fyri heimsins dýrastu vørur? Nógvir spurningar, ið lesarin eigur at svara, um ikki á annan hátt so innantanna. Tí øll eiga at duga at síggja og skilja, hvør ið indirekta fer avstað við stuðlinum, og soleiðis eisini fata, at tað júst er av somu orsøk, at fólkafloksfólk politiskt siga eitt, men gera tað stikk mótsatta í spurninginum um føroyskt frælsi. “Fanden hytter sine,” siga danir, og í tí førinum kunnu vit vist øll vera samd.??Politiska skipanin - við hesum mongu stuðulssambandsfólkunum í fleiri flokkum - førir okkum ikki inn á gongdar leiðir móti varandi haldgóðum føroyskum loysnum, men bindur okkum niður í eina óhjálpnað støðu. Hetta kunnu fleiri og fleiri síggja, men enn gera ov fá nakað við tað. Tí í staðin fyri at krevja broytingar, so hoyra vit ofta resignatiónina: "Heldur hetta áfram, so rími eg bara av landinum."    Eg skilji hesu fólk væl, men individuellar loysnir broyta onki á heimavølli. Her mugu kollektivt kravdar loysnir á borðið, og um neyðugt verða tað tá kanska bert nøkur fá sambandsfólk - og ikki í túsundvís av einstøkum vanligum føroyingum - ið stinga í sekkin, tí tey framhaldandi betri dáma grøna grasið hinumegin hegnið.??Sambandsfólk elska at flyta fokus frá donsku politisku skipanini og yvir á danska fólkið:  "Danin er fanin" verður háandi sagt, tá fólk á frælsisveinginum politiskt markera sína ónøgd við, at danska politiska skipanin skal avgera, hvar okkara skáp skulu standa. Hetta er ljót propaganda, tí frælsisstríð altíð eru fyri øll fólk - eisini fyri danir um neyðugt.-??Sjálvur eigi eg tveir vaksnar danskar synir og fýra donsk abbabørn. Eg havi lisið og samstarva við danir m.a. sum lærari í 18 ár í Danmark, og eg vitji sjálvandi ofta í Danmørk. Eg kundi aldrin droymt um at kallað eitt fólk fyri fanar, og allarminst danir, sum eg havi allarbesta forhold til, og eg havi heldur ikki hoyrt nakran, ið vil føroyskt frælsi, siga sovorðið nonsens. Einans sambandsfólk havi eg hoyrt sagt og skrivað hesu ljótu útsøgn, men tá hava teir lagt orðini í munnin á øðrum.Tí vit kunnu undir ongum umstøðum og ongastaðni góðtaka, annað enn , at fólkið í hvørjum landi sær, tekur allar politiskar avgerðir uttan fíggjarligt ella politiskt trýst uttanífrá. Tað er hetta - og einki annað - málið um føroyskt frælsi snýr seg um. ??Høvdu týskarar - t.d. á líknandi hátt sett seg á danir og við 70 milliardum í stuðli um árið – og  indirekta  -  á sama hátt sum hjá okkum  –  fingið valt umleið helvtina av fólkatingslimunum millum danska sympati- og viðhaldsskara teirra , soleiðis at teir - at síggja til - høvdu stóran politiskan stuðul millum danir,  so høvdu teir eisini kunnað fjarstýrt Danmørkini eftir týskum leisti. Keine Hexerei!! Nur behendichkeit!! Og í tílíkum føri høvdu øll vit - ið arbeiða fyri frælsi í breiðastu merking   - sum eina sjálvfylgju  - stuðlað teimum dønum, ið vildu av við bæði týska stuðulin og týskin, tað kann tað onga løtu vera tvær meiningar um. ??Danir eru eitt av okkara brøðrafólkum, ið vit eiga at vera góð við og viðgera við respekt, men teir eiga einans at stýra heima í egnum landi, meðan vit - sum eina sjálvfylgju - eiga at fáa fult og óavmarkað loyvi til - í frið og náðum - at stýra heima hjá okkum sjálvum. Síðani kunnu vit samstarva um mangt og hvat,  ið vit sum fólk kunnu semjast um. Politisk uppíblanding – enntá í tí skjúlda - vil altíð vera av tí ónda, óansæð hvussu vælmeinandi uppíblandingin gevur seg út fyri at vera.Tí hon – í síðsta enda - altíð vil seg sjálva, og bert seg sjálva.??Vónandi kann ein føroysk frælsisfylking savnast og gera seg galdandi á politiska vígvøllinum eftir komandi val. Tessvegna hevur tað alstóran og altavgerandi týdning, at hin einstaki - út yvir at velja frælsisvegin á valdegnum -  eisini í orð, talu og í gerningi í dagligdegnum er við til at byggja vegin, og ótroyttiliga heldur áfram til vegurin er rokkin á mál: Einar fríar og frælsar Føroyar við somu rættindum og skyldum fyri tað fólk, ið her býr.??