Stuðulin til lesandi uttanlands minkar

Lestrarstuðulin til lesandi uttanfyri Norðurlond skal niðurlagast úr 120.000 krónum niður í 80.000 krónur frá komandi skúlaári at rokna. Eisini er prístalsviðgerðin av stuðlinum útsett enn eitt ár

Stuðul

Rógvi Nybo

[email protected]


Landsstýriskvinnan í Mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur lagt eitt uppskot fyri Løgtingið, har skotið verður upp at minka stuðulin til lesandi uttanfyri Norðurlond – ÚSUN-stuðulin. Broytingin kemur í gildi frá 1. August 2010, og fær tí virknað frá næsta skúlaári at rokna.

Studningur til skúlagjald til lesandi, ið fara undir hægri lestur í londum uttanfyri Norðurlond lækkar úr 120.000 krónum um árið til 100.000 krónur um árið í lestrarárinum 2010/2011, og lækkar síðani til 80.000 krónur í lestrarárinum 2011/2012.

Høvuðsendamálið við lógaruppskotinum er at tálma útreiðsluvøkstrinum nakað. Í lógaruppskotinum verður víst á, at við so stórum halli á fíggjarlógini er umráðandi, at tann samlaði játtanarkarmurin, sum verður tillutaður útbúgving, verður gagnnýttur so væl sum gjørligt.



Fleiri næmingar og fleiri lán

Orsøkin til at neyðugt er at tálma útreiðsluvøkstrinum, er at framskrivingar av útreiðslunum til lestrarstuðul vísa, at útreiðslurnar í 2009 verða 5 milliónir krónur hægri enn mett, og at útreiðslustøðið í 2010 kemur at liggja 11,5 milliónir krónur oman fyri játtanina í 2009. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at tað eru fleiri orsøkir til vøksturin. Millum annað eru fleiri næmingar í skipanini, og gongdin í ár hevur víst munandi broytingar í lánspartinum í mun til árini frammanundan. Sostatt taka fleiri lán, samstundis sum afturgjaldingin av lánum minkar.



Meira enn hini

Verandi studningur til skúlagjald er sera stórur í mun til hini Norðurlondini. Samlaði stuðulin til føroysk lesandi er um 210.000 krónur um árið, harav stuðulin til skúlagjald er 120.000 krónur, meðan samlaði stuðulin í Noregi er góðar 170.000 krónur og knapt 150.000 krónur í Svøríki.

Við verandi búskaparstøðu verður tí ikki mett rætt at halda á fram við hesi serskipan við eini so stórari upphædd. At minka studningin til skúlagjald úr 120.000 um árið fer helst at raka einar 30 næmingar av teimum um 160, sum eru í ÚSUN-skipanini, og sum frálíður fer broytingin at merkja eina sparing upp á 1,1 millión krónur í 2012.

Harafturat er ætlanin eisini at taka prístalsjavningina av stuðlinum burtur í eitt ár aftrat soleiðis, at lestrarstuðulin heldur ikki verður prístalsjavnaður komandi lestrarár, sum byrjar 1. august 2010. Mett verður, at prístalsjavningin í 2010 hevði verið um 0,9 millión krónur. Tann 1. august 2011 verður prístalsjavningin sett í gildi aftur.

Samanumtikið verður stóri stuðulin til skúlagjald minkaður nakað, og prístalsjavningin

verður sett úr gildi í eitt ár, um lógaruppskotið verður samtykt. Hetta verður gjørt fyri at

tálma útreiðsluvøkstrinum, millum annað fyri at neyðugt útbúgvingarvirksemi kann halda fram.

Stuðulin til livikostnað og ferðastuðulin verður framvegis tann sami.