Stuðulsdagur í Lindini

Lindin hevur stuðulsdag leygardagin 28. mars. Í hesum sambandi verður sent frá kl. 14 til á midnátt.

Mikudagin 21. januar í ár vóru 9 ár liðin, síðani Lindin byrjaði at senda. Lindin hevur øll hesi árini fíggjarliga verið hildin uppi við føstum stuðlum og gávum.

Øll hesi árini hevur Lindin verið í støðugari menning. Men alt kostar. Bæði tíðarinnar tonn og økingin í sendineti og sendiflatu ger, at tað alsamt er tørvur á enn fleiri stuðlum.

Tann tekniski parturin av Lindini er lutvíst niðurslitin, og herfyri máttu vit fáa nýggjan sendara í staðin fyri tann fyrsta høvuðssendaran, ið vit fingu sum gávu frá Lindini í Íslandi.

Leygardagin frá kl. 14 og til umleið á midnátt verður stuðulsdagur í Lindini: Jenis av Rana fer út við mikrofonini, Hjørdis Háberg Petersen og Tór Arni Samuelsen fara at senda frá Kelduni í Skálafirði, og Preben Hansen fer saman við Dánial á Dul Jacobsen at sita í stovuni í Lindini.

Tónleikaframførslur og gestir verða eisini við í sendingini. Høvið verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul ella at geva Lindini eina gávu. Í sendingini verður eisini spennadi lutakast um m.a. flogferðir og gávukort. Drigið verður bæði millum nýggjar og verandi stuðlar.