At teir í B36 hildu seg vera hepnar, tá lutur varð kastaður um europeisku mótstøðuna, mundi ikki vera nakað loyndarmál, tá lutakastið hevði verið.
Bæði fíggjarliga og ítróttarliga hildu teir tá, at hetta var eitt gott lutakast, og líkt er til, at soleiðis er eisini hjá áskoðarunum.
Við bussi um Noreg
Verður áhugin nóg stórur, ætlar Kári Enghamar, sum eigur og rekur Bussferðir, at skipa fyri eini ferð til dystin.
Lýst hevur verið í bløðunum, og í løtuni verður so bara bíðað eftir, um nóg nógv tekna seg.
Talan er um fráferð úr Føroyum Føroyum mánadagin, tá Norrøna leggur frá landi við kós móti Noreg. Úr Bergen verður koyrt suður gjøgnum Noreg og Svøíki, og umvegis tunnillin og brúnna gongur leiðin so til Keypmannahavnar. Sostatt skuldi verið gjørligt hjá áskoðarunum at veri væl og virðiliga upphitaðir, tá dysturin verður blástur í gongd. Kostnaðurin fyri ferðina er knappar 4.000 kr., og er tá íroknað ferðing og gisting.
Tilmeldingarfreistin til ferðina var úti í gjár, hósdagin, eftir at blaðið var farið til prentingar, so ikki fekst at vita, um nóg nógv høvdu teknað seg. Sum skiltist á Kára Enghamar, so hevði áhugin fyri ferðini verið stórur.
Umframt at Bussferðir skipar fyri ferð til dystin, so tykist tað eisini, at áhugin fyri dystinum er stórur millum føroyskar útisetar.
Í øllum førum ber til at bíleggja sær atgongumerki til dystin í Føroyahúsinum á Vesterbrogade.jans at menna ein sunnan moral enn børn, har foreldur tala í boðshátti og dialogurin er einsrættaður.
Í síðsta enda er tað helst júst tað, rapp-tónleikurin snýr seg um. Røddir ongin hoyrdi, fyrr enn trummubeatið bankaði boðskapin inn í hvønn krók.
Eminem er mest seljandi rapp-tónleikarin í hesum døgum. Samstundis, sum hann selir fleiri milliónir fløgur, verður spældur non-stop á MTV og liggur ovarliga á 15 Teimum Bestu, so verður frá fleiri síðum eisini harðliga funnist at hansara tekstum, ið eitt nú leggja eftir samkyndum.