Stuðulsflokkar vænta nýval til Fólkatingið

Vit kunnu fáa nýval til Fólkatingið í heyst. Tað er metingin frá tveimum av stuðulsflokkunum hjá minnilutastjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra.


Bæði Kristian Thulesen Dahl, formaður fyri Dansk Folkeparti, og Søren Pape Poulsen, formaður fyri Konservative, hava nevniliga tosað við danskar miðlar í dag, og mett um sannlíkindini fyri einum fólkatingsvali.


Orsøkin eru sokallaðu 2025-samráðingarnar, ið er langtíðar ætlanin hjá donsku stjórnini fyri búskapin.
Við Ritzau tíðindastovuna sigur Kristian Thulesen Dahl, at hann ikki metir, at útlitini fyri eini semju eru serliga góðar.


- Tað sær rættiliga trupult út, og eg havi ringt við at síggja, hvar vit møguliga kunnu semjast. Tað er klárt, at tað er læsta støðan hjá Liberal Alliance viðvíkjandi skattalætta til háinntøkurnar, ið ger at tað er trupult at trúgva upp á eina loysn, sigur Kristian Thulesen Dahl og leggur afturat.


- So leingi tað er teirra støðu, so havi eg ringt við at síggja, hvussu ein semja kann náast.


Spurdur beinleiðis, um tað merkir, at hann væntar val í heyst, svarar hann.


- Ja, tað er meira og meira sannlíkt, at tað fer at henda. So har er svarið ja.


Spurdur um fráboðanina hjá Kristin Thulesen Dahl, sigur Søren Pape Poulsen, formaður fyri Konservative, at hann vónar, at blái blokkurin kann semjast um 2025-ætlanina, men at val er ein veruligur møguleiki.


- Tað er sera sannlíkt. Um vit ikki megna at finna eina semju, so mugu vit gera tað. Og so vóni eg sjálvandi, at borgarligu veljararnir atkvøða borgarligt, sigur Søren Pape Poulsen við Jyllands-Posten.