Verkætlanin í Rumenien er ein fult út føroysk verkætlan, har ein tey seinastu níggju árini hevur arbeitt millum fólk, sum eru sera illa fyri. Har er smátt við mati, arbeiðsloysið og fátækradømi er stórt.
- Fyri tveimum árum síðan eydnaðist tað okkum at fáa eitt fullfíggjað pumpuanlegg sum gáva frá eini danskari pumpufabrikk. Hetta gjørdi tað gjørligt at fáa tað reina grundvatnið upp, sigur Thomas J. Askham frá Callarasi-missiónini.
Við eini peningagávu frá Føroya Landsstýri varð gjørligt at leggja vatnveiting út til yvir 200 hús. Í sama viðfangi verður streymur lagdur inn í húsini hjá fólki.
Í tí umráðnum har arbeitt verður, eru møguleikarnir hjá teimum ungu sera vánaligir at fáa tær útbúgving ella at lesa víðari. Har hevur stuðul úr Føroyum gjørt tað møguligt at nakrar gentur og dreingir hava kunna lisið víðari.
Ein onnur grein av arbeiðinum er, at fólkið kann koma til arbeiðis við teimum bussunum sum vórðu keyptir brúktir í Danmark.
- Hetta tiltakið hevur verið til gleði fyri mangar familjur, sigur hann.
Sjúkrahús trongir hjálp
- Tað er við stórari gleði og takksemi sum vit hava møtt, tá vit eru komin við útgerðini. Eg kann trygt siga, at onki privat heim er so illa fyri við seingjarútgerð, tá talan er um løk, dýnur, koddar, dýnubetrekk.
- Stjórin greiddi frá, at seingjarløkini vórðu klipt í fýra petti. og løgd har sum sjúklingurin gjørdi seg vátan, sigur Thomas J. Askham.
Umframt hetta manglaði so mangt annað, køliskáp, gasskomfýrar, eimhettir og fólk at geva eina hjálpandi hond til mangt og hvat.
Annars hevur Callarasi-missiónin kontur í øllum peningastovnunum. Allur peningur fer óskerdur til fólkið í Rumenien.