Stuðulstiltak fyri 50 metra svimjihyli

Leygarkvøldið skipar Stóra Pakkhúsí Vági, saman við tónleikarunum Bergur Gudmundssen og Sunrid Kærbech, fyri stuðulstiltaki til frama fyri 50 metra svimjihyl Leygarkvøldið 25. apríl skipar Stóra Pakkhús, saman við tónleikarunu Bergur Gudmundssen og Sunrid Kærbech, fyri stuðulstiltaki í Stóra Pakkhúsi, har allar inntøkurnar frá atgongumerkjasøluni fara óskerdar til stuðulsinnsavningina til 50 m. svimjihyl til Suðuroyar Svimjifelag.

 

Kvøldið verður skipað sum eitt tónleikakvøld, har tey bæði Bergur Gudmundssen og Sunrid Kærbech standa fyri tónleikinum. Væntandi koma aðrir tónleikarar framvið eisini og fara á pallin, eittnú limir úr Blanding og 005.

Húsið er opið frá kl. 22.00 til kl. 04.00.