Stuðulstiltak í Ribarhús – barnaheim í India

Í samband við barnaheim í India verður eitt stuðulstiltak í Ribarhús í Fuglafirði í døgunum fríggjadagin og leygardagin 30. til 31. juli frá kl.10-18 báðar dagarnar

Í fleiri ár hava føroyingar havt samband við ungan mann í Suður Indiu, sum hevur arbeitt við at byggja upp eitt barnaheim fyri heimleys børn. Maðurin eitur Anbu og hevur vitjað í Føroyum og greitt frá arbeiðinum.

Anbu var við missiónsskipinum MV Doulos. Hann fór av Doulos í 2004 eftir at hava arbeitt umborð í nøkur ár. Meðan hann var við Doulos kendi hann eina størri og størri byrðu at byrja eitthvørt barnaarbeiði í heimlandinum. Tá hann kom aftur til India, sum er hansara heimland, fór hann undir sína lívsverkætlan, nevniliga at byggja upp eitt barnaheim. Sjálvur var hann á barnheimi sum barn, og kennir tí á sínum egna kroppi hvat eitt gott barnaheim kann geva einum heimleysum barni.

Sum 15 ára gamal gjørdi Anbu og bróður hansara, Sivajayam, av at trúgva á Harran Jesus og at fylgja læru og boðum Jesusar. Anbu og bróðurin fóru undir hesa verkætlan í áliti á Harran og lyfti hansara, og høvdu ongar økonomiskar miðlar frá nøkrum menniskja ella stovni. Hann kom at kenna føroyingar umborð á Doulos, og tí hava føroyingar verið við í hesi verkætlan seinastu 6 árini. Vitjanir úr Føroyum hava verið gjørdar fleiri ferðir, so hetta er ikki ein verkætlan, sum fer fram aftanfyri kolissurnar.

Stuðul
Innsavningar hava verið í samkomunum í Føroyum, og í dag eru í alt 1.mill. krónur savnaðar í Føroyum til arbeiði. Byggiøkið er keypt, vatnbrunnur er grivin út og nú er sjálv byggingin eftir. Málið er at fáa bygt eitt heim, sum kann hýsa 100 børnum. Inntil nú hava børnini verið uml 20, og húsast undir sera primitivum umstøðum. Men tað, sum er best av øllum er, at børnini hoyra um Jesus og fleiri hava tikið ímóti honum.

Stuðulstiltak verður í Ribarhúsi í Fuglafirði fríggjadagin og leygardagin 30. til 31. juli frá kl.10.00 til 18.00 báðar dagarnar. Søla verður av hondgjørdum lutum so sum bundið, heklað, seymað, broderað og annað mangt. Fyrireikarnir vóna at fleiri vilja vitja tiltakið. Kaffi og køkur verða at fáa. Tað, sum kemur inn gjøgnum sølu, fer til verkætlanina í India.

Samband
Marjun Joensen í Leirvík og Maria Meinhardsdóttir Jakobsen úr Søldafirði eru millum teir føroyingar, sum hava verið ein partur av hesi verkætlan í fleiri ár. Um ein ynskir at vita meiri um hesa verkætlan og hvussu ein kann stuðla, er møguligt at seta seg í samband við tær á tlf: 224145 ella [email protected] Eisini kann ein fara inn á heimasíðuna: www.heimindia.dk







pjd 15.07.10 dok: Barnaheim í India > týðindagrein / fjølmiðlar: www.sandportal.fo