Stuðulstiltak í Ribarhúsi í Fuglafirði

Leygardagin 24. oktober verður Ribarhús í Fuglafirði karmur um stóra stuðulstiltakið Sahbai, ið hevur til endamáls at hjálpa gentum og kvinnum, sum eru komnar illa fyri á skøkjumarknaðunum í Kambodja og Thailandi.

Síðsta vikuskifti hevði Sahbai sítt fyrsta stuðulstiltak. Tiltakið, ið var í SMS, var sera væleydnað. Leygardagin verður so aftur møguleiki at keypa sær okkurt forkunnugt plagg ella tinganest úr fjareystri, tá skipað verður fyri asiatiskum marknaði. Møguleiki er at ogna sær turrikløð, silki inniskógvar, buksur, kryddurtir og mangt annað, ið er framleitt í Kambodja. Allur vinningurin fer óskerdur til at stuðla felagsskapum í Kambodja og Thailandi, sum hjálpa gentum og kvinnum at koma burtur úr skøkjulívi.

Hjálpartiltakið við asiatiska marknaðinum byrjar kl. 11 leygardagin og heldur fram til kl. 17.