Studentaskúlin bakkar

Mikkjal Helmsdal, rektari á Føroya Studentaksúla, kunngjørdi beint nú, at avgerðin um at burturvísa einum næmingi, sum hevur parkerað ólógliga, verður tikin aftur. - Eg fari í dag at heita á Mentamálaráðið um at síggja burtur frá revsingini í hesum føri, av tí at viðgerðartíðin eftir mínum tykki hevur verið órímuliga long.

Tað kunngjørdi Rás2 í tíðindunum á middegi.

Tað vóru boðini frá Mikkjali Helmsdal, rektara á Studentaskúlanum í Hoydølum, nú næmingarnir eru farnir í sitiverkfall á gongini uttan fyri lærararstovuna í skúlanum.

Mikkjal Helmsdal segði tó, at hann hevur fingið váttan fyri, at avgerðin um at burturvísa næminginum var løgfrøðisliga í lagi.