Studentaskúlin hjálpir Bolivia

Studentaskúlin í Hoydølum hevur í mong ár verið við í »Operation Dagsværk«, sum stuðlar ymsum verkætlanum, men í ár ætla tey at ganga sínar egnu leiðir. Operation Dagsværk snýr seg í stuttum um, at studentaskúlarnir í ríkinum skipa fyri einum degi, har næmingarnir fáa frí hálvan dag fyri at fara út at arbeiða. Peningurin, sum kemur inn hendan dagin fer so til eina verkætlan í teimum tilafturskomnu londunum.

Eisini studentaskúlarnir í Føroyum hava verið við í hesum tiltakinum, men í ár hava tey kortini valt at ganga egnar leiðir.

Í 1990 varð peningurin latin til ein handverkaraskúla í Bolivia, og vit á studentaskúlanum hava gjørt av, at okkara íkast í ár skal fara óskert til hendan skúlan, greiða fyrireikararnir frá.

Talan er um sjálvboðið arbeiði, og í ár verður verkdagurin 3. februar í næsta ár. Men í kvøld fara tey at gera vart við dagin við einum tónleika- og hugnakvøldi í nýggju Perluni.

Hetta verður eitt kvøld, har dentur verður lagdur á eina hugnaliga tónleikara atmosferu. Við verða bæði kendir og minni kendir tónleikarar, og millum kendu nøvnini eru Jens Marni Hansen og fløguaktuella Katrina Petersen.

Møguleiki verður eisini at keypa kaffi og annað fyri tosta. Kostnaðurin fyri at koma inn er 50 krónur, og allur innkomni peningurin fer óskerdur til handverkaraskúlan í Bolivia.

Byrjað verður klokkan 19 og hildið á fram til klokkan 01.