Studentaskúlin í Hoydølum

Í seinastu viku lósu vit eitt lesarabræv frá trimum næmingum í Hoydølum – Rakul Jacobsen, Julian Sverri Andreasen og Rebekka á Neystabø Jacobsen. Teir, næmingarnir, høvdu fingið sum uppgávu at ”kanna umhvørvi og útgerð studentaskúlans í Hoydølum.” Hetta gav Dimmalætting orsøk til á fimm heilum síðum at skriva um og avmynda Ringasta slumm í Hoydølum. Ræðandi at lesa! Tað sigur okkum so mikið, at lítið er broytt í náttúruvakra dalinum, har tuberklasjúk í meira enn hálva øld fingu heilsurøkt, áðrenn hægri mental útbúgving flutti í ”gamla hús” og ”nýggja hús” (og ”líkhús”) hjá Sanatoriinum í Hoydølum. Óhugnin á hesum vakra staði tykist av vera permanentur – takkað verið vánaliga almenna, politiska umsiting í fortíð og nútíð

Í 1953 skrivaði pápi mín alment um viðurskiftini á sanatoriinum. Eg loyvi mær at endurprenta brot úr greinini. Orðini sjúklingur, lækni, sjúkrastova og sanatoriið í greinini kunnu í lesandi løtu broytast til næmingur, lærari, skúlastovur og skúlin.

 

(….) ”Hvat kann vera meira troystarleyst enn at koma niðan á sanatoriið, enntá bara sum vitjandi. (….) Vit her heima hava eisini dugnalæknar, men tað er ikki nokk, hini viðurskiftini skulu eisini vera hareftir til frama fyri sjúklingarnar. Kemur ein inn í sjúkrastovurnar og inn á stovuna, har sjúklingarnir kunnu hava tilhald, tá ið teir ganga uppi, fær ein kenslu av óhugna, og ein kann ikki annað enn hugsa um, hvussu lítið er gjørt fyri, at teirra tankar kunnu avleiðast, og at tey, sum har eru kunnu gleðast. Í sjúkrastovuni: Nakrir naknir veggir, ongar gardinur fyri vindeygunum, hyggja út í ta myrku nátt, meðan regnið dynjar inn á rútarnar, eitt hondvask, sum man valla finnur á teimum vesaligastu pissoirunum aðrastaðni, og eitt lítið køksspegl millum vindeyguni. – Inni í uppihaldsstovuni er, umframt eitt borð, einki annað enn stólar við træsetri og træbeinkir, ikki ein góður sessur, har ein kundi hvílt seg og hugnað sær. Ein kvinnuligur sjúklingur, ið vil gera eitthvørt handarbeiði, má antin seta seg á ein harðan træsess uttan hvíld – ella fara aftur til songar.

Tað er ikki nokk, at har eru dugnaligir læknar og sjúkrasystrar, tað skal eisini vera kvalifiserað fólk í hinum størvunum har uppi, og hugsi eg serliga um køkin. Føroyingar eru ikki vandir í mati, men eina treyt hevur ein rætt til at seta og krevja, og tað er, at maturin verður gjørdur til á besta máta, og at hann er gagnligur og vekur matarlystin. Hertil krevst fult útbúgvin og kvalifiseraði fólk. Uttan at koma nærri inn á matin, tey liva av har uppi, kann ein siga, at frísk fólk mangan høvdu lagt frá sær, og hvussu so við sjúklingunum, sum nettupp skulu hava góðan mat?

Kemur ein niðan á sanatoriið, kann ein síggja eitt av okkara størstu skaldum, Mikkjal á Ryggi, sum hevur hevjað okkara mál og givið okkum stór mentunarlig virði, ganga aftur og fram í gongini og inn í tær naknu stovurnar, stórt aðra samsýning far hann saman við felags sjúklingunum ikki frá tí almenna. Óivað vilja flest øll halda slíkt vera ósømiligt fyri Føroya fólki í síni heild.

Sanatoriið verður rikið av tí almenna. Hjá tí almenna tykist peningur ikki at tróta til mang og hvat óneyðugt, meðan tann mest tignarliga uppgávan hjá fólkavaldum monnum við grann av morali skuldi verið at farið væl um almennan pening – hann er jú ikki teirra egni – her er ein uppgáva, hvar peningur vildi verið væl og vakurt nýttur.”

 

Tá kom eldur í. Nevndir og persónar vaknaðu. Um somu tíð fekk sjúkrahúsverkið nýggjan sjúkrahúsinspektør, Eivind Bonnevie. Sanatoriið fekk eina nýggja uppihaldsstovu til sjúklingar og vitjandi við nýggjum innbúgvi, gardinum v.m. – Alt tað gamla varð brent ella tveitt burtur.

 

Kanska skrivingin hjá omanfyri nevndu trimum næmingum fer at ”seta eld í” eins og skrivingin hjá pápa mínum gjørdi fyri 54 árum síðani.

Gævi, at 100 ára gomul minni um sjúku, vanrøkt og politiska avmakt verða skrikt upp við rót og burturbeind. Virðing og sansur fyri náttúruvakurleika og livandi umhvørvi inni og úti skapa hugna og trivna, sum er so neyðugt – eisini hjá lesandi fólki!