Stuðlar í høvuðsstaðnum betala

Fimm ungir spælarar hava skrivað undir nýggjar sáttmálar við KÍ

KÍ eigur nógvar stuðlar, og hesaferð eru tað KÍ stuðlar í høvuðsstaðnum, sum leggja rygg til nýggju sáttmálarnar, sigur KÍ í kvøld.

 

Sipað verður til, at felagið nú hevur skrivað undir sáttmálar við fimm ungar spælarar, sum harvið framvegis fara at venja saman við besta KÍ liðnum og taka av, tá ið teir fáa møguleikan á besta liðnum. Teir hava allir í 2022 verið onkra løtu á  besta liðnum, og annars hava teir verið í næstbestu deildini.

 

Talan er um Símun Kalsø, Silas Ó. Gaard, Tóka á Lógv, Jákup Norðoy Vilhelmsen og Olaf Hansen. Teir eru longu farnir undir fyrireikingarnar, og teir vera á vøllinum,  tá ið nýggi KÍ venjarin Magne Hoseth og spælararnir í Klaksvík eftir ársskiftið fara undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Teir vóru allir eisini síðsta kappingarár sáttmálabundnir í Klaksvík.