Studningur hækkaður í virði

Fyri føroysk les­andi í Íslandi er studn­ingurin heimanifrá hækkaður munandi í virði seinastu tíðina. Hetta er ein fyrimunur beint nú, men við teimum príshækkingum, sum longu hava verið og helst koma at taka dik á seg komandi tíðina, verður talan um eina stokkuta gleði

Reykjavík: Íslendska fíggj­arkreppan merkist eisini hjá teimum føroysku lesandi í Reykjavík. Longu nú eru prísirnir á vørum hækkaður og kemur at hækka uppaftur meiri komandi tíðina.

Sosialurin hitti í gjár tríggjar ungar føroyingar, sum lesa stjórnmálafrøði.

– Allar vanligar vørur eru hækkaðar, og leigan er eisini hækkað. Hinvegin eru vit heppin, tí føroysk les­andi í Íslandi fáa danskan SU-studning, og teir peng­arnir eru hækkaðir í virði, nú íslendska krónan er so nógv fallin. So á tann hátt stendur ikki so illa til hjá okkum, sigur Sóley Hera­dóttir Hammer úr Klaks­vík.

Hon vísir á, at hetta helst verður ein stokkut gleði, tí við príshækkingum og út­­litinum til, at krónan aftur kemur at hækka, ja, so verð­ur tað helst trupult kortini at fáa tað fíggjarliga at hanga saman.

Hjá Maritu Guttesen úr Havn, sum lesur í Keyp­manna­havn, men í løtuni er í praktikk á Sendistovu Før­oya í Reykjavík, hevur krepp­an fíggjarliga fyribils verið til hennara fyrimuns.

– Tá eg rindaði innskot fyri leigumálið, var mán­aðar­liga leigan 4.000 danskar krón­ur, og nú er hon undir helvtina, so beint nú er gott at hava útlendsk gjaldskort. Men um alt gerst dýrari, so er spurn­ingurin, hvussu leingi hetta verður ein fyrimunur, sigur Marita Gutte­sen.

Sølvi Ragnarsson úr Klaksvík hevur havt eina ser­­liga uppliving við teim­um ótryggu kursviðurskift­inum, sum valda í løtuni við íslendska gjaldoyr­a­num.

– Eg keypti eina teldu fyri 122.000 íslendskar krónur, og tá handilsmaðurin koyrir kortið ígjøgnum, vísir hetta 6.000 danskar krónur. Hetta fekk eg ikki til at passa, tí heimaifrá hevði eg fingið tað til at verða 3.000 dansk­ar krónur. Eg bað hann strika gjald­ingina, og gera hana um­aftur í íslendskum krón­um, og tá stemmaði, so eg fekk telduna fyri 3.000 danskar krónur. Um eg ikki hevði havt tjekkað prísin áðrenn, so var eg komin til at gjalda tað tvífalda, sigur Sølvi Ragnarsson.

Nógvir fyrispurningar

Á føroysku sendistovuni í Reykjavík hava tey úr at gera við at svara spurning­um, ið snúgva seg um ta ótryggu fíggjarstøðuna í Íslandi.

– Vit hava fingið sera nógv­ar spurningar frá føroy­ing­um, um teir kunnu brúka danskt visakort heryviri, ella hvat gjaldoyra, man skal taka við og so víðari, sigur Marita Guttesen.

Sóley Heradóttir Hammer greiðir frá, at hon hevði sum uppgávu at gera eina lítlan búskaparfrágreiðing um Ísland. Í verandi støðu er hendan uppgávan nú høvuðsuppgáva hjá øllum fýra á sendistovuni at savna inn tilfar og vitan um.

Tey trý føroysku lesandi lata annars væl at lestrarum­hvørvinum í Reykjavík.

– Her eru eini 10.000 lesandi á lærda háskúlanum, og umstøðurnar eru í topp. Nýggir bygningar, nýggjar teldur og gott samskifti. Eisini hendir tað nógv mill­um tey lesandi, har studenta­feløg og onnur skipa fyri tiltøkum, so man keðir seg ongantíð, sigur Sølvi Ragn­ars­son.

Spurd um, hvussu tey upp­liva íslendingar fyri­halda seg til kreppuna, sig­ur Sóley Heradóttir Hamm­er:

– Vit hava tosað nógv um hatta á skúlanum, og eg má siga, at tey eru rættiliga sjálvkritisk viðvíkjandi tí, sum hent er og royna at finna útav, hví land teirra er komið í hesa støðuna. Tað eru sjálvandi fleiri mein­ingar um hetta. Nógvir ís­­lend­ingar samanbera teirra kreppu við hana, sum rakti Føroyar í nítiárunum og royna at læra av henni. Hetta, at so nógvir føroy­ing­ar fluttu av landinum, og hvussu man kann forða, at tað sama hendir fyri Ísland, sigur Sóley Heradóttir Hammer.

At umdømið hjá íslend­ing­um er versnað uttan­lands, fingur tvær ungar íslendskar kvinnur at sanna, tá tær nú ein dagin fóru inn í ein taskuhandil í Keyp­manna­havn. Marita Gutte­sen greiðir soleiðs frá søg­uni, sum hon júst hevur lisið í Morgunblaðnum.

– Handislmaðurin var sera áhugaður at selja teim­um taskur, men so gjørdist hann varur við, at tær tosaðu ís­­lendskt sínamillum, bað hann tær fara út úr handli­num. Hetta er nokk eitt ein­dømi, men bara at tað hend­ir, sigur nógv í sær sjálvum, heldur Marita Guttesen.