Studningur sum stýringsamboð

Thomas Arabo
???????????????
Í Føroyum verður mangan kjakast um ting sum um tey eru svørt ella hvít. Royn og nevn orðið studningur í fjølmiðlunum, og alt fer í sjálvsving um aftur í 80?ini, og ólukkudýrið, ið dittaði sær at nevna hetta fær ikki eitt bein til jørðina.
Eg havi sæð nógvar studningsskipanir í mínari tíð. Endurnýggingin av fiskiflotanum í 60?unum og bygnaðarbroytingarnar í fiskivinnuni í 70?unum. Sum vit sóu í 80?unum, so yvirlivdu summar av hesum skipanum seg sjálvan, og gjørdust beinleiðis skaðiligar eftir sína vitjunartíð. Rakstrarstudningsskipanir eru ikki tey hepnastu dømini um studningskipanir.
Fyrst í 90?unum var toskafiskiskapurin ein fimtingur av tí vanliga, fimti hvør føroy-ingur var arbeiðsleysur og privat fígging var hopleyst at fáa. Fólkafráflytingin var ovurhondstór. Hvat skuldu vit sum politikarar gera? Vit kundu valt at sitið og hugt at, meðan vit bíðaðu eftir at batin fór at koma av sær sjálvum. Tað valdu vit ikki at gera. Vit meintu, at man reint politiskt mátti skunda undir at vinnan kom fyri seg aftur. Hetta gjørdu vit út frá tí, at tað ikki var líka mikið í tí djúpu kreppu, ið var, um landið kom fyri seg tvey ár fyrr ella seinni.
Vit fóru beinleiðis inn og lótu stuðul til smoltútseting í alivinnuni fyri at fáa hana upp á eitt hægri bluss so skjótt sum møguligt. Alivinnan, hóast millum lítið og einki í dag, var ein av høvuðsorsøkunum til at seinna helvt av 90?unum hyldn-aðist so væl, sum hon gjørdi. Hvussu nógv av hesum skyldaðist smoltstudningin veit eg ikki, og tað er so heilt eiðasørt, at okkara fremstu búskapar-frøðingar brúka tíð at analysera hetta. Dogmaið í dag er, at studningur er av tí illa, óansæð, hvat slag av studningi talan er um og óansæð, hvørjar umstøðurnar eru.
Vit hava tann ivasama heiður at verða einasta land í vesturheiminum við hesari dogmatisku uppfatan. Vit kunnu hyggja at ørgrynnuni av ES studningsskipanum fyri ikki at tala um studningin, ið USA letur flogfeløgum og stálídnaði hjá sær sjálvum.
Studningur er ikki ein ja ella nei spurningur. Vit hava sera ringar royndir í Føroyum av ávísum studningskipanum, ið vóru beinleiðis skaðiligar, men vit hava eisini góðar royndir. Eg havi hug at nevna studningin til flakavirkir fyrst í 90?unum, har vit politiskt stuðlaðu útgerð til portiónsframleiðslu og góðsking annars. Aftur skal eg ikki siga, hvønn mun hesin stuðulin gjørdi, men eg kann við einum ávísum áhuga staðfesta, at tey virki, ið fingu henda stuðul eru millum tey fáu fiskavirki, ið framvegis eru opin í dag.
Sum við øllum øðrum krevst breiður ryggur politiskt til at tryggja, at man disponerar rætt og dugir at steðga skipanum, ið yvirliva seg sjálvan. Tað krevst eisini politiskur ryggur til at tora at tosa ímóti simplistisku svart hvítt uppfatanini av almennum studningi, ið verður favoriserað av økonomum, ið hava ilt við at røra seg útum fyrsta part av pensuminum, og tí annars viðhvørt vælinformeraðu pressuni.