Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum greiningarstovnurin Ipsos hevur gjørt fyri Reuters.
Sambært kanningini siga 35 prosent av teimum spurdu, at tey taka undir við arbeiðinum hjá Trump sum forseti. Tað er júst sama úrslit sum í einari líknandi kanning í mai.
Talið er bert eitt prosentstig hægri enn lægsta mátingin higartil í verandi forsetaskeiði hjá Trump. Hon varð gjørd í apríl, tá stuðulin var 34 prosent.
Verður fyrsta forsetaskeiðið hjá Trump frá 2017 til 2021 tikið við, skal ein heilt aftur til desember 2017 fyri at finna eitt lægri úrslit. Tá hevði Trump ein stuðul upp á 33 prosent.
Reuters skrivar, at nógv veljaramisnøgd seinastu mánaðirnar hevur verið knýtt at krígnum við Iran. Samstundis eru bensinprísirnir hækkaðir munandi, nakað sum hevur elvt til økta ónøgd millum veljararnar.
Kanningin er gjørd frá mikudegnum í síðstu viku til mánadagin.










