Stuldur í Bónus í Miðlon

Í gjár um middagsleitið fekk løgreglan eina uppringing um stuldur í Bónus í Miðlon. Ein persónur varð tikin fyri hendan stuldurin. 

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at viðkomandi hevði stolið dagligdagsvørur og matvørur. Hesin persónurin stjól nakrar lutir úr Bónus.  Tað merkir so, at hesin persónurin verður skuldsettur fyri handilsstuldur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. 

 

 

Annars sigur løgreglan at í nátt hevur verið sera friðarligt, um enn nakrar nummarplátur eru kliptar aftur í nátt. Seinastu næturnar hevur løgreglan nevniliga klipt fleiri nummarplátur. Orsøkin er, at eigararnir av bilunum ikki hava rindað vegskatt.