Grundlógaravhoyring var í morgun í Føroya rætti í samband við eitt harðskapsmál, sum varð framt seinnapartin í gjár.
Ein maður var skuldsettur fyri at hava stungið ein annan mann í bringuna uttanfyri ein matvøruhandil í Havn.
Løgreglan var skjót á staðnum, men skuldsetti maðurin varð framvegis rættiliga uppøstur, og hótti ein løgreglumann og familju hansara eftir lívinum.
Maðurin játtar seg sekan í ákæruni um grovan harðskap og ákæruni um at hava hótt løgreglumannin. Hann minnist tó ikki heilt, júst hvat hann segði við løgreglumannin.
Ákæruvaldið bað um, at maðurin varð varðhaldsfongslaður í tvær vikur, meðan kanningararbeiðið bleiv gjørt liðugt.
Dómarin sýtti tó fyri hesum, men játtaði at longja handtøkuna í hjá manninum í tríggjar ferðir 24 tímar.
Løgreglan hevur tí tríggjar dagar at gera tær kanningar og avhoyr, sum skulu til í málinum.