Stúra fyri at smitta kann breiða seg í skúlabussi

Skúlin í Eysturkommunu er sera hart raktur av koronu, sambært kommununi

Vanligvís plagar ein bussur at koyra børn í og úr skúla í Skúlanum í Eysturkommunu. Men av tí at skúlin er hart raktur av koronu, mælir kommunan nú til ikki at brúka bussin, sum eitur Eysturleiðin, uttan at tað er hægst neyðugt, tá skúlin í komandi viku byrjar aftur eftir heystfrítíðina. 

 

– Fleiri børn brúka Eysturleiðina til at koma í og úr skúla. Her sita børnini ógvuliga tætt, og tí er tað okkara vinarliga áheitan á tykkum foreldur um í mest møguligan mun at koyra børnini til og frá skúla og, um tey brúka Eysturleiðina, at eggja teimum at brúka munnbind, sigur Eysturkommuna.

 

– Vónandi kunnu og vilja vit øll taka ábyrgd fyri soleiðis at forða fyri, at smittan ikki spjaðir seg meira, enn gott er, verður sagt á heimasíðuni hjá kommununi. Víðari stendur skrivað:

 

– Skúlin er í tøttum samskifti við Landslæknan um, hvussu skúlin, á bestan og skynsamasta hátt, kann verja upp fyri, at smittan spjaðir seg meira enn neyðugt. Hetta er so innan skúlagott, skrivar Eysturkommuna.