Stúra fyri størri kríggi í miðeystri

Fleiri rakettir vórðu í vikuskiftinum sendar móti Ísrael úr Libanon

Fleiri lond biðja nú sínar borgarar fara úr Libanon, nú stúrt verður fyri, at hevndaratsóknir úr Iran og Libanon móti Ísrael kunnu elva til, at stríðið millum Ísrael og Hamas víðkar og verður til eitt størri kríggj. Tað skriva altjóða miðlar.

 

USA, Stóra Bretland, Australia, Frakland, Kanada, Suðurkorea, Saudi Arabia, Japan, Turkaland og Jordan eru nøkur av londunum, sum nú hava heitt á sínar borgarar um at fara úr Libanon sum skjótast.

 

Eisini danska uttanríkisráðið hevur biðið sínar borgarar í Libanon fara úr landinum sum skjótast.

 

Tað er serliga iranska fráboðanin um, at landið fer at hevna seg, sum hevur fingið fleiri at stúra fyri, at støðan kann versna. Hendan fráboðanin kom eftir at Hamasovastin Ismail Haniyeh varð myrdur í eini atsókn í iranska høvuðsstaðnum Tehran, sum iranska kollveltingarhirðin hevur givið Ísrael skyldina fyri. Bert nakrar tímar undan hesari atsóknini hevði Ísrael dripið Hizbollahovastan Fuad Shukr í Beirut.

 

USA og onnur vesturlendsk lond royna í løtuni at minka um spenningarnar við diplomatiskum arbeiði, men fleiri flogferðir av einasta ferðafólkaflogvøllinum í Libanon, sum er í Beirut, eru seinastu dagarnar avlýstar.

 

Í gjár umrøddu leiðararnir í G7-londnum støðuna á einum netfundi, og Pentagon hevur boðað frá, at fleiri herskip og hernaðarflogfør eru á veg til økið.

 

Virkandi uttanríkisráðharrin í Iran, Ali Baqeri Kani segði í eini telefonsamrøðu við Josp Borrell, ið er uttanríkisovasti í ES, at Iran “óivað fer at brúka sín íbúgvandi og legitima rætt at revsa Ísrael”.

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur ávarað ísraelska fólki um at “avbjóðandi dagar eru fyri framman… vit eru undir hóttan á øllum mótum. Vit eru væl fyrireikað, sama hvat hendir.”

 

Fleiri rakettir vórðu í vikuskiftinum sendar móti Ísrael úr Libanon