Men har eri eg so rúkandi ósamdur. Tað kann ikki sparast í øllum, summi økið mugu fáa frið at virka.
ÚtbúgvingÚtbúgving er øki, sum má fáa frið at virka, tí at útbúgving er ein fortreyt fyri menning og vøkstri í samfelagnum. Føroyar hava í alt ov langa tíð niðurraðfest útbúgving, við tí úrsliti at Føroyar hava mist nógvan ungdóm. Sjálvstýrisflokkurin vil tað øðrvísi. Uttan ungdómin steðgar samfelagið spakuliga upp, og síggja vit hetta longu í vantandi fólkavøkstri í Føroyum.
”Her, fá tær eina Ipren!”At politikarar yvirhøvur loyva sær at spara á heilsuøkinum er mær ein óskiljandi gáta.
At siga at sjúklingar, sum hava tørv á viðgerð, kunnu bíða, er milt sagt langt útið.
At kroysta læknar og sjúkrarøktarfrøðingar til at hugsa um pengar framum viðgerð og røkt, er ein óumhugsað hóttan ímóti teimum, sum hava tørv á týðningarmiklari viðgerð. Pína má linnast, og at bíða við pínulinnandi viðgerð hoyrir ikki heima nakrastaðni. Hetta er eitt greitt tekin um, at kikarin verður settur fyri blinda eygað.
Heilsuverkið er ein tann týðningarmiklasta vælferðartænastan, sum samfelagið veitir. Henda tænastan má tískil fáa bestu sømdir, og má ómøguliga koma í moralska og etiska tvístøðu orsaka løtusparingar.
Eg fari at virka fyri
Útbúgving
- at langtíðarætlan og neyðug fígging verða gjørdar fyri allar skúlar í landinum (vekk við plenuklipparanum), at spara við útbúgving er at skjóta seg sjálvan í fótum
Heilsuverk
- at langtíðarætlan verður gjørd fyri alt økið, greiðir karmar at virka undir, har dentur verður lagdur á fyribyrging
Fyribyrging er ein neyðug íløga í vælferð føroyinga. Fyribyrging er ein háttur at steðga vælferðarsjúkum
Smidligari og einklari skattaskipan
- skattalóggávan er frá 1983 og er broytt í 65 umførum av Føroya Løgtingi. Stundin er komin at rudda upp, og gera skipanina smidligari og greiðari.
- Inntøkuskatturin skal lækkast fyri at gera tað hugaligari at arbeiða og liva í Føroyum
- Skipanin við avgjøldum má endurskoðast og broytast
Tað óáhugaverda,
- at endurskoða og broyta tingskipanina,
- at lúka út og broyta v.v. lønum og samsýningum til løgtings- og landsstýrisfólk. Hetta má gerast fyri at steðga óveruligum og óneyðugum samsýningum, t.d avtaka ferðaendurgjaldið.
Vit meina tað
Sjálvstýrisflokkurin, hevur ikki bert sitið í andstøðu og funnist at. Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt mong uppskot fram, og fingið samtykt fleiri av uppskotunum. Í skrivandi stund eigur Sjálvstýrisflokkurin 18 av 56 ella 32 % av øllum uppskotum á Løgtingi.
Sjálvstýriflokkurin hevur fleiri ferðir víst á vantandi langtíðarætlanir, og eisini lagt uppskot fram um tað.
Sjálvstýrisflokkurin fer at virka fyri at eitt samt Løgting leggur eina langtíðarætlan fyri Føroyar, á ymsu økjunum. Vit mugu hugsa langt fram, ístaðin fyri bert at hugsa 4 ár fram, tørvur er á at hyggja 8, 12, 16 ár fram.
Set X við lista D
Teitur Vágadal
Sjúkrarøktarfrøðislesandi og valevni Sjálvstýrisfloksins