Stutt rættleiðing til Edvard Hermansen

Eg síggi, at Edvard Hermansen í grein við heitinum ?Objektivur tíðindaflutningur, ella??? í endanum sigur, at eg skal hava gjørt mær dælt av støðuni, sum tók seg upp í samband við eitt innslag, sum Útvarpið hevði um formansvalið í Sjálvstýrisflokkinum.

 

Jóannes Eidesgaard


Eg síggi, at Edvard Hermansen í grein við heitinum ?Objektivur tíðindaflutningur, ella??? í endanum sigur, at eg skal hava gjørt mær dælt av støðuni, sum tók seg upp í samband við eitt innslag, sum Útvarpið hevði um formansvalið í Sjálvstýrisflokkinum. Hetta tí, at eg sama kvøld hevði eina viðmerking í Degi og Viku um sama mál.

Lat meg fyrst siga, at tíverri var yvirskriftin til innslagið í Degi og Viku als ikki var í tráð við innihaldið av samrøðuni. Yvirskriftina eigur Svf, meðan eg eigi samrøðuna. Yvir-skriftin var, at eg ákærdi Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann fyri embætismisnýtslu. Hetta er púrasta burturvið, tí tað gjørdi eg so avgjørt ikki, tvørturímóti. Viðkomandi journalistur, sum gjørdi samrøðuna, hevur eisini váttað fyri mær, at yvirskriftin, sum Svf hevði gjørt, var heilt villleiðandi.

Eg skal viðganga, at eg var eitt sindur ivasamur, um eg skuldi luttaka ella ei, tí tað var kanska ikki so lætt at halda tunguna mitt í munninum. Men eg kom tó eftir, at tíðindini vóru so mikið skelkandi og ?belastandi? fyri okkara politisku skipan, at vit ikki kundu lata tey fara aftur við borðinum. Støðan hevði verið júst tann sama, um tað var onkur annar, sum stóð fyri skotum. Hetta átti ikki at sleppa at hanga í leysum lofti.

So til sjálva samrøðuna. Fyri tað fyrsta legði eg mær eina við at gera eina púra neutrala samrøðu, og fyri tað næsta legði eg mær eina við ikki at ákæra nakran av pørtunum. Samstundis legði eg dent á, at vit sum politikkarar og annars alt Føroya fólk áttu at fáa at vita rætta samanhangin so skjótt sum gjørligt, tí ákærurnar vóru av tí slagnum, sum kann kallast embætismisbrúk. Eg endaði við at siga, at landsstýrismaðurin skjótast gjørligt átti at koma við sínum viðmerkingum eins og løgmaður eisini átti at gera.

Hetta hendi, júst sum tað skuldi.