214
druknað
214 fólk eru druknað, og umleið 300.000 eru vorðin heimleys í Norðurkorea, sum í hesum døgum verður herjað av teirri ringastu vatnflóðini seinastu tíggju árini. Myndugleikarnir siga, at eftir tveimum døgum regnaði tað 600 millimetrar, og tað gjørdi, at stór landbúnaðarøki standa undir í vatni. Fólk hjá altjóða Reyða Krossi, sum eru í Norðurkorea, siga, at tað er vanligt við vatnflóð í juli og august, men at tað hevur regnað óvanliga illa í ár.
Nógv
sjálvmorð
Í fjør tóku 25 amerikanskir hermenn tóku lívið av sær, meðan teir gjørdu tænastu í Irak ella í Afghanistan. Tilsamans beindu 99 amerikanskir hermenn fyri sær sjálvum í fjør, og so stórt hevur talið ikki verið tey seinastu 26 árini, sigur verjumálaráðið Pentagon. Um orsøkina verður sagt, at strongd, trupulleikar við gentu ella konu og fíggjarligir trupulleikar fáa altsamt fleiri hermenn til at beina fyri sær sjálvum.
Val uttan
Hamas
Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, umhugsar at broyta vallógina til tess at forða fyri, at Hamas sleppur at stilla upp til næsta tjóðartingsvalið. Í gjár ljóðaði, at Abbas ætlar sær at krevja, at øll, sum stilla upp á næsta vali, skulu vátta, at tey virða ta politisku stevnuskránna hjá PLO, men enn eru eingi slík boð komin. Sambært stevnuskránni hjá PLO viðurkenna palestinar ísraelska ríkið, men tað sýtir Hamas fyri at gera.