Stutt um bilar

Nýggjur GM stjóri - Toyota við brennikyknum - Suzuki yvirskot

SMÁTÍÐINDI

Nýggjur GM stjóri
Fyrrverandi stjórin fyri GMAC Finansiering A/S, René Torp-Nielsen, ið var á vitjan hjá P/F Meinhardt Arge beint áðrenn Ólavsøku, bleiv tann 1. juli settur sum stjóri fyri General Motors í Danmark.

Kelda: GM Danmark / Informationsafdelingen

Toyota við brennikyknum
Stuðlaðir av japansku stjórnini senda Toyota bilar, ið verða drivnir av brennikyknum, til testkoyring í Japan og USA. Málið hjá stjórnini í Tokyo er 50.000 brennikyknubilar í 2010.

Kelda: Motor Magasinet

Suzuki yvirskot
Suzuki í Japan høvdu í fjør ein vøkstur uppá 20 prosent í mun til árið fyri. Framrokningar vísa at yvirskotið í ár verður umleið 4,5 milliardir krónur. GM eigur 20 prosent í Suzuki, ið hava ein serkunnleika innan smærri væl umtóktar bilar

Kelda: Motor Magasinet