Stríðsmenn fyri trælanna frælsi í USA royna at hjálpa teimum, men teir stríðast móti sterkum kreftum: Eigarum av skipinum, sponsku drotningini og Martini van Buren, forseta, sum roynir at verða afturvaldur og ikki ynskir stríð við trælaánarar í Suðurstátunum.
Miðskeiðis í rokanum standa teir 53 afrikansku trælirnir uttan nakran møguleika at skilja, hvat fer fram. Ikki fyrr enn Roger Baldwin, sakførari skilir, at hann hevur brúk fyri einum menniskjansligum vinkli til málið, eydnast honum at koma trælunum á tal við tolki. Hetta broytir hansara hugsan um trælirnar - serliga tá trælurin Cinque greiðir frá líðingarsøguni og eyðmýkjanini á langa vegnum úr Afrika til USA. Men sannleikin er ikki nóg mikið fyri at vinna. Sterku mótstøðufólk hansara fáa sakina heilt upp til Hægstarætt. Nú noyðist Baldwin at gevast, men hann fær kortini ein nýggjan sameindan - fyrrverandi amerikanska forsetan, John Quincy Adams, sum talar fyri frælsi afrikanaranna.
Steven Spielberg hevur instruerað filmin Amistad, sum er grundaður á veruligar hendingar í USA í 1840´unum. Á leikaralistanum síggjast m. a. Matthew McConaughe sum sakførarin Baldwin, Anthony Hopkins, Morgan Freeman, Stellan Skarsgård, Nigel Hawthorne og Pete Postlethwaite. Sum talsmaður afrikanaranna, Cinque, leikar Djimon Hounsou, sum er føddur og uppvaksin í Benin.