Skjótasta málið
Hóast Pólendingar vóru vónbrotnir um, at teir longu nú eru sendir heim, so hava teir í øllum førum sett okkurt merki á kappingina.
Málið hjá Emmanuel Olisadebe móti USA var nevnliga tað skjótasta higartil í kappingini. Olisadebe skoraði eftir 2 minuttum og 44 sekundum, men hetta er tó langt ífrá skjótasta málið í HM-søguni. Tað varð skorað í 1962, tá kekkisi Valsav Masek eftir bert 15 sekundum skoraði móti Mexico. Næst skjótasta málið í HM-søguni kom 20 ár seinni, tá Bryan Robson eftir 27 sekundum legði Ongland á odda móti Fraklandi.
Romantsev gevst
Russiski landsliðsvenjarin, Oleg Romantsev, boðaði eftir tapið fyri Belgia frá, at hann ikki longur hevur ábyrgdina av russiska liðnum.
Romantsev hevði undan kappingini boðað frá, at um Russland ikki vann seg víðari úr bólkaspælinum, tók hann avleiðingarnar av hesum.
Treiskur fraklendingur
Franski landsliðsvenjarin, Roger Lemerre, er sjálvandi undir hørðum trýsti, eftir at Frakland ikki vann seg víðari í kappingini.
Lemerre sigur seg tó ongar ætlanir hava um at siga starvið frá sær, hóast franska avísin, L?Equipe, mikudagin boaðið frá, at venjarin fór at siga upp.
Framtíðin hjá Lemerre verður væntandi avgjørd á fundi hjá franska fótbóltssambandinum fyrst í juli mánaði.
Eitt mál afturat til Ronaldo
Brasilski framherjin, Ronaldo, fekk friggjadagin enn eitt mál til HM-máltindin, hóast Brasilia ikki spældi hendan dagin. FIFA gjørdi á fundi av, at fyrsta málið hjá Brasilia móti Costa Rica, sum upprunaliga varð skrásett sum sjálvmál, kortini skal góðskrivast Ronaldo, sum sostatt hevur fýra mál higartil í HM-kappingini.
Maradona bjóðar seg til
Eftir at Argentina, sum undan kappingini varð mett sum favorittur at vinna HM-heitið, varð sent heim longu eftir bólkaspælið, er ónøgdin um venjaran, Bielsa, sjálvandi stór heima í Argentina.
Nú hevur fyrrverandi stórleikarin hjá landinum, Diego Maradona, boðið sær til at hjálpa landsliðnum. Hesaferð sum venjari.
- Eg havi altíð sagt, at eg fegin vil verða landsliðsvenjari, uttan at eg skal hava eina krónu afturfyri, sigur Maradona, og hann er ikki í iva um, hvat skal broytast, um fótbóltssambandið tekur av tilboði hansara.
- Í dag hugsa leikararnir fyrst og fremst um, hvussu nógvan pening teir kunnu forvinna, heldur enn at hugsa um Argentina, sigur altso El Diego.
Langt leikbann
Portugisiski álopsmaðurin, Joao Pinto, kann nú rokna við einum longum leikbanni. Hetta tí hann eftir at hava fingið reyða kortið í dystinum móti Suður Korea, slerdi argentinska dómaran, Angel Sanchez.
Eisini í EM fyri tveimum árum síðani vórðu portugisar harðligir móti dómaranum, eftir at teir taptu hálvfinaluna fyri Fraklandi, og tí er sjálvt portugisiska fótbóltssambandið samt við FIFA um, at hendingin hjá Joao Pinto skal revstast hart.
Maldini setti met
Tá dysturin millum Italia og Mexico hósdagin varð blástur av, hevði Paolo Maldini sett eitt nýtt met í HM-høpi.
Dysturin móti Mexico var 22. dysturin á rað hjá Maldini, og hartil 22. dysturin, har italski verjuleikarin hevur leikt allar 90 minuttirnar. Undan hesum átti týski álopsmaðurin, Uwe Seeler, hetta metið.