Stuttleiki, ferð og sorgblídni

Millum alskyns klædnabúnar, leidningar, spegl, stólar og smyrslborð var ferðin eins stór handan leiktjøldini sum á palli, tá Sosialurin hóskvøldið var "backstage" undir seinastu sýning av sangleikinum "Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið". Tó merktist, at talan loksins var um seinastu sýning

Tá komið var inn í fyrireikingarrúmini handan pallin hjá manningini í sangleikinum um Jósef skuldu vit ikki trúð, at enn ein stór og krevjandi framførsla fór av bakkastokki um fáar minuttir. Leikarar, sangarar, kór, tónleikarar, dansarar og fyrireikarar tyktust als ikki vera merkt av nervum, hóast 400 spentir áskoðarar, sum við bit og slit høvdu fingið hendur á seinastu atgongumerkjunum, bíðaðu hinumegin. Avslappandi og róligi stemningurin hevur kanska sína frágreiðing, tí hóskvøldið var nevniliga seytjanda ferðin, at ungu leikararnir framførdu stóra sangleikin. Eg fekk at vita, at stemningurin hevði verið nakað spentari, hevði eg vitjað fáar minuttir undan aðalroyndini?

Ferðmikið
Men so fór niðurteljingin veruliga í gongd, og millum alskyns klædnabúnar, leidningar, spegl, stólar, borð og smyrsl kom knappliga lív í kaotiska rúmið. Jósef trein loksins á pall fyri seinastu ferð, og brádliga runnu dansarar og leikarar aftur og fram við fullari ferð av og á pallin. Skundurin millum senurnar var øgiligur, tá smyrsl og búnar skuldu skiftast út, og ikki var gott at vera fyri, tá leikarar høvdu fá sekund at gera seg til reiðar til næsta brot í leikinum.
Tað tyktist tó heldur vera "system i rodet" enn "rod i systemet" backstage hetta hóskvøldið, tí tað gekk sera skjótt hjá ferðmiklu og strongdu leikarunum at tilbúgva seg til næsta brot á glamourøsa pallinum. Tað merktist tó, at vit vóru til staðar undir sjálvari seinastu sýningini, tí álvarsemi og traditionellur seriøsitetur vóru ikki í hásæti. Við jøvnum millumbilum rungaði láturin handan leiktjøldini, og fólk fnisaðu, tvætlaðu, flentu og prátaðu í smáu steðgunum um alt annað enn sjálvan leikin. Jú, týðiligt var, at hvør rørsla, hvør gerð og hvør regla eftirhondini var so vand, at eingin orsøk var til nervar, og uttan nakra hjálp frá leiðarunum dugdu leikararnir alla mannagongdina uttanat.

Potifar fekk karm
Sum vant er seinasta sýning eitt sindur øðrvísi, har leikarar ikki taka tað heila so tungt. Hóskvøldið var einki undantak, og til stuttleika fyri fleiri hevði onkur t.d. lagt eina vatnballón á stólin hjá sjálvum Potifar, sum gjørdist rennvátur, tá hann frammanfyri 400 fólkum á palli setti seg í stól sín, tó uttan at áskoðarar varnaðust.
Annars hoyrdist handan pallin, at smyrsl og búnar vórðu roynd á ein øðrvísi og meiri skemtiligan hátt undir endabrestinum, og leikararnir skemtaðu sær við ymsu eksperimentunum. Tó hevði onkur fyrireikari í øllum rokinum á lofti, at nú skuldu øll líka minnast, at fólk eisini høvdu goldið fyri hesa seinastu eykasýningina, og at framførslan á ongan hátt mátti gerast óseriøs. Sum skilst tyktist seinasta framførslan tó vera eins fullfíggjað og tær, sum seinastu tvær vikurnar hava fingið føroyingar í felag at undrast og og gleðast um stórsligna tiltakið.
So var steðgur hjá áskoðarum hinumegin leiktjaldið, men handan leiktjøldini var alt annað enn steðgur. Í relativt tronga rúminum tysjaðu ymsu leikararnir aftur og fram ímillum hvønn annan og leitaðu eftir tí, tey skuldu nýta. Onkur minti á, at seinasti steðgurin var komin, og í fyrireikingunum til seinnu hálvu góvu fleiri til kennar, at nú gleddu tey seg bert til endan.

Aftur gerandisdagur
Seinna helvt gekk eins ferðmikil og fyrra, har fólk runnu upp og niður og aftur og fram í støðugari kapping við avmarkaðu tíðina. Undir longru steðgunum hjá summum av leikarunum góvu tey sær tó góðar stundir at práta og flenna uttan at hugsa um tað, sum fór fram á palli. Men so var brádliga boð eftir teimum, og leiðin gekk aftur á pallin.
Sorgblíða og forloysandi løtan var loksins komin, tá leikarar, kór, dansarar og tónleikarar loksins trinu av upplýsta og pallinum fyri seinastu ferð, og fyri eini standandi, klappandi og týðiligt nøgdari fjøld var endin komin á eini stórtíð fyri manningina í sangleikinum og fyri føroya fólk.
Eftir leikin var lagið í topp, og fólk hálsfevndust og takkaðu hvørjum øðrum fyri minningarríkt samstarv. Frá einum gerandisdegi á stórslignum palli í Norðurlandahúsinum fór yvirgongdin nú fram til "vanliga", gráa gerandisdagin, og tískil var talan eisini um sorgblídni, nú sterka eindin handan leikin fór í upploysn og allir einstaklingarnir aftur skuldu hvør til sítt.