Stuttleikir sunnudagin á Tórsbreyt

Tað er vorðin fastur táttur, at Ítróttafelagið Hvirlan hevur Stuttleikir, ið er frælsatiltak serliga ætlað teimum smáu.

Tað er vorðin fastur táttur, at Ítróttafelagið Hvirlan hevur Stuttleikir, ið er frælsatiltak serliga ætlað teimum smáu, ið skulu finna gleðina við at røra seg.

Komandi sunnudag skipar Hvirlan enn eina ferð fyri Stuttleikum, og eins og undanfarin ár eru øll hjartaliga vælkomin. Tiltakið er serliga ætlað teimum, ið eru yngri enn 10 ár, og sum kanska skulu sleppa at kunna seg við umhvørvið á stórum frælsavøllum, uttan at kappingarumstøðurnar eru stressandi. Eingin verður tó vendur í hurðini, so ljóðar tað forvitnisligt, so er bara at koma.

Kapping og úrslitið telur, men øll fáa heiðursmerki

Stuttleikir eru gamaní kapping, men teir eru fyrst og fremst kapping, sum hevur til endamáls at styrkja tilvitið hjá íðkaranum um, hvat er serstakt fyri tær einstøku kappingargreinarnar. Allir íðkarar fáa heiðursmerki, um teir fáa eitt skrásett úrslit í greinunum bóltkasti, longdarlopi og 60 m renning. Íðkararnir fáa skreytblað, so teir kunnu síggja egið úrslit og vera erpnir um tað.

Leikirnir eru frá kl. 14.00-16.00, og støðug tilmelding er frá kl. 13.30-15.30. Kostnaðurin er 50,-

Metluttøka í fjør

Luttakaratalið hevur verið støðugt vaksandi, síðan felagið byrjaði við Stuttleikum, og spennandi verður, um metið frá fjør, verður tikið. Eitt sum plagar at falla í góða jørð hjá børnunum, at tey kanska skulu standa í bíðirøð, men skjótt er, til ein eigur tørn.