Stuttlig avbjóðing hjá okkum

Rókur er vanur við stórar uppgávur. Á landsliðnum hevur hann dystast við franskmenn og fyri HB hevur hann skorað altjóða mál og vunnið fleiri Føroyameistaraheiti. Nú gleðir hann seg til enn eina avbjóðing, hesaferð við ÍF Føroyum í móti søguríka Frem

Tá Rókur av Fløtum Jespersen flutti til Danmarkar at lesa í 2007, segði hann sam­stundis farvæl við fleiri fót­bólts­upplivingar. Onkrar hevur hann tó fingið, tá hann hevur spælt við HB í summar­frítíð­unum, har hann eisini hevur spælt altjóða dystir og skotið mál. Men Rókur segði farvæl við landsliðið, sum hann var vorðin partur av júst tá. Fram­rættaði HB-arni spældi við í dystinum móti Frankaríki tað árið, umframt eisini í venj­ingar­dystinum í móti Íslandi. Men fleiri landsdystir gjørdist tað ikki talan um tá, tí Rókur raðfesti lesnaðin. Nú er líkt til, at framrættaði HB-arin fær eitt plástur upp á sárið, nú liðið skal dystast við BK Frem.
– At fáa henda møguleikan við ÍF Føroyum er ótrúliga stuttligt. Frem er eitt felag við eini ríkari søgu, og við einum tiltiknum loyalum fjeppara­skara. Haraftrat hevur liðið fylgt nógv í føroysku fjøl­miðl­unum seinastu árini, og tað ger tað heila meiri spennandi hjá okkum, heldur Rókur av Fløtum Jespersen.
At talan er um eina ovur­hondsstóra uppgávu, er eingin ivi um. Talan er um steypadyst, sum merkir, at tapir tú, so ert tú úti.
– Vit skulu spæla øll okkara kort heilt ótrúliga væl, um vit skulu hava nakran livandi kjans, sigur Rókur av Fløtum Jespersen.

Vónar at fáa stuðul
Royndasti leikarin hjá ÍF Før­oyum heldur kortini ikki, at liðfelagar hansara hava nakað at óttast. Heldur ikki stóru áskoðarafjøldina, sum møgu­liga verður til staðar á Valby Idrætspark í annaðkvøld.
– Tað er óhoyrt, at eitt lið í hesi deildini hevur nógvar hundrað áskoðarar til dystir sínar. Men tað hevur bara postiva ávirkan, eisini hjá okk­um, tí vit skulu bara njóta tann stemningin, hetta skapar, ger Rókur greitt. Hann leggur tó aftrat, at hann vónar, at fleiri føroyingar í Keypmannahavn koma at stuðla ÍF Føroyum í samband við stóru av­bjóð­ingina.