Felagsskaðurin Demokratia, sum hevur til høvuðsendamáls at fáa javnvág millum menn og kvinnur á tingi, hevði sent fólk á Summarfestivalin at kunna og upplýsa fólk.
- Vit hava nýliga fingið eitt nýtt búmerki, og royna vit nú at vera úti um okkum og gera fólk varug við Demokratia. Ja, og so sjálvsagt trupulleikan, sum vit arbeiða ímóti, sigur Annika Sølvará, sum í mong ár var forkvinna fyri mannarættindafelagsskapin Amnesty Føroyar.
- Síðan kl. 19 hava vit staðið her við Norðoya Sparikassa. Tvær ganga runt á festivaløkinum og gera tað sama sum vit her, sigur Hans Andrias Sølvará, sum mong kenna frá føroyska kjakheiminum,
Tey í Demokratia hava ein eitt sindur serligan máta at gera vart við seg uppá.
- Vit geva øllum fyrst hvør sítt armband. Síðani mála vit tvær strikur á annan kjálkan á fólki. Sjálvsagt um tey ikki hava nakað ímóti tí, sigur Katrin Sølvará, sum er dóttir Anniku og Hans Andrias.
- Tær tvær strikurnar, sum vit tekna, er eitt 'ligvi' ('=') tekn. Hetta súmboliserar, at menn og kvinnur eru líka og skulu tískil vera eins væl umboðað á tingi, sigur Annika.
- Onkuntíð tá vit spyrja menn um at fáa sær tvær strikur, so flenna teir, rysta teir við høvdinum og siga 'kanska seinni'. Tí er tað eyka stuttligt, tá menn fáa sær strikurnar á kjálkan, sigur Hans Andrias.
Demokratia hevur verið virkin í eina tíð, og heldur Annika, at tað gongur fram á við javnstøðuni.
- Eg haldi, at tað er framgongd at síggja. Men nú tað stundar upp undir val, so er tað serliga týdningarmikið at vera úti um okkum. Tað er nú, vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum at hjálpa til, sigur Annika, sum saman við øðrum fer at deila armbond og tekna strikur aftur i morgin.