Næsta ár skulu eisini tey hilt blaðungu hava nakað at fara til í frítiðini, umframt ítróttin og annað felagslív. Tað er serliga um kvøldarnar, at tey blaðungu, sum eru ov ung til at sleppa inn í vanligu dansistøðini, eru slepst eitt sindur upp á fjall, tí tey hava fáar staðir at fara.
Tey ungu hava í fleiri ár víst á, at tað veruliga er tørvur á tilboðum og avbjóðingum til tey, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentannarnevndini hjá Tórshavnar Býráð. Men næsta ár hevur Tórshavnar Býráð samtykt at seta 500.000 krónur av til tey 14-18 ára gomlu. Peningurin skal brúkas til at skipa fyri ungdómstiltøkum fyri teimum 14-18 ára gomlu, sigur forkvinnan í mentannarnevndini.
Enn er ikki avgjørt, hvat peningurin skal brúkast til og sostatt er heldur ikki greitt, hvørji tiltøk ætlanin er at skipa fyri. Men Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at helst verður tað leiðarin í Reinsaríðnum, Bogi Andreasen, sum skal umsita játtanina og skipa fyri tiltøkum.
|