Ein eiðismaður situr á einum steini og syngur um, at hann fór á fjall og fyltið skjáttuna ?? teksturin er ikki so galin, men stuttligari eru tveir fittir syngjandi seyðir aftan fyri hann.
Somuleiðis verður ILA handfarið eitt sindur for lætt, men elegant við at tríggir laksar syngja "Til Havnar vit fara (...) trihaldiriiILA".
Tað, sum eyðkennir Ólavsøkukabarettina 2003, er, at tað er komiska talentið hjá leikarunum, sjarma og góður tónleikur, ið ber hana heldur enn satiriskt bit. Ongar analysur av politiska spælinum liggja aftanfyri skettjurnar, og tær eru sostatt skettjur heldur enn samfelagsviðmerkingar. Vit vera mint á nógv, sum er hent í árinum, men einki kemur aftrat sum so.
Samanspælið við tónleikararnar, við Trónda Bogasyni á odda, gjørdi Ólavsøkukabarettina til eina góða uppliving, og tíðin tóktiskt aldrin long, hóast kabarettin vardi í hálvan annan tíma.
Kvinnuleys kabarett
Hóast ongar kvinnur eru at síggja millum leikararnar í ár, skortar ikki við kvinnuligum leiklutum ? og tað er sum verða mann ein tryggur sigur (kanska eitt sindur bíligur eisini) at mannfólk upptraðka í konufólkabúnum. Byrjanin á kabarettini er somuleiðis í hesum stíli - tó uttan at vera ein løtt og bílig loysn ? men meira um hetta skal ikki avdúkast nú.
Eitt annað úrslit av manglandi kvinnuligum leikararum/rithøvundum til skettjurnar var kanska, at einar ella tvær í so sjarmerandi fúlheitir sluppu sær uppí ? og fullu síðan til jarðar ? tí øll flenna ikki, bara tí tey hoyra orðið "Lisa".
Tá tað er sagt, eigur eisini at verða viðmerkt, at undirritaða varð send til kabarettina fyri Sosialin vegna sítt kyn ? so allar antikvinnuskettjur kundu avdúkast, eins og tað skuldi gerast greitt, um úrslitið av venjingini hjá teimum seks garpunum var ein kabarett full av "mannfólkahørmi" skilað til mannfólk aleina ? til tað kann bert sigast: Nei, tað er hon ikki.
Frá Sadam til Guðrun Sólju
Kabarettin kemur væl rundan um persónar og viðurskiftið, sum hava litað samfelagið seinasta árið, og eingin er friðaður. Í lættara endanum av skettjunum keypir Guðrun Sólja ein burgara í Burger King ? tað frægasta sum kann sigast um akkurát hesa skettjuna er, at Esben Hallurson Jacobsen syngur sera væl. Annars verða vit mint á langar fingrar, klændrivættir og pínligar støður í tinginum. Fakfelagskvinnur enda í geglinum, Helgi Jacobsen frá Útvarpi Føroya fær sín egna heilivág at smakka, og SVF fær mangt eitt priki. Men Føroyar verða eisini sæddar uttanífrá, og tað er sjálvsagt av einum amerikanskum serfrøðingi, ið kemur til áhugaverdar niðurstøður um grind-etandi skapningin, eins og Sadam Hussain fær síni sjónarmið fram í Sjónvarpi Føroya.
Royndir leikarar
Kabarettin er framførd við góðum spælið, væluppløgdum leikarum og vælvandum skettjum. Pætur Dahl megnar at líkjast Høgna Hoydal, men annars er tað ikki at eftirlíka persónum, sum leikararnir gera best. Tó hava teir allir góða útstráling á pallinum og serliga Esben H. Jacobsen hevur stórt komiskt talent. Kjartan Lundgren hevur eina sjarmu sum røkkur oman til aftastu røð og aftur og er framúr sum amerikanskur granskari, men hann átti kanska ikki at sungi so nógv. Gutti Winther er somuleiðis fullur av megi á pallinum og Turpin N. Djurhuus kann flyta nógv við sínum andlits- og eygnabráði. Saman við honum er Finnur Jensen nokk tann, ið kann geva sínum karakterum eina serliga fittliga, eitt sindur løgna, persónligheit.
Allir leikararnir, sum eru við í Ólavsøkukabarettini í ár, hava roynt seg á palli áður ? eisini í kabarett høpi. Hóast tað ikki er tann djúpa samfelagsanalysan, sum er komin burturúr, er tað ikki ein burturspilt løta, um tú leitar tær niðan í Sjónleikarahúsið til Ólavsøkukabarettina 2003. Tvørurímóti hálvur annar stuttligur tími.
Manning Ólavsøkukabarettin 2003
Leikarar:
Esben Hallurson Jacobsen
Kjartan Lundgren
Turpin Napoleon Djurhuus
Pætur Dahl
Gutti Winther
Finnur Jensen
Tónleikarar:
Tróndur Bogason
Heðin Ziska Davidsen
Mikeal Blak
Høgni Lisberg