Í fimleikahøllini á Venjingarskúlanum standa trettan fólk mitt á gólvinum og gera dansivenjingar.
Hetta er undirvísing í performance dansi, sum Kristina Sørensen skipar fyri, sum er ein av teimum fyrstu workshoppunum ið luttakararnir á NEATA festivalinum kunnu velja at vera við til.
Heidi Madsen, 20 ár úr Danmark, er ein av luttakarunum á workshoppini.
Hví valdi tú hesa workshoppina?
- Tí at her skulu vit røra okkum. Tað er stuttligari enn at sita og lurta eftir fyrilestrum.
Heidi Madsen hevur spælt sjónleik í fýra ár, men brúkar vanliga ikki dans í sjónleikinum. Tað væntar hon heldur ikki at hon fer at gera framyvir.
- Eg dansi í dag, tí tað er hugnaligt og eisini ein góður møguleiki at fáa størri felagsskap við hinar luttakararnar.