Stuttligt at sýna land sítt fram

Jóna Joensen úr Gøtu hevur í fýra ár búleikast í Sveis. Í hesum døgum er hon vertur fyri stórum sveisiskum ferðalag, sum fyrst er fremst er komið higar at síggja land okkara

 

Vitjan


Fyri fýra árum síðani fór Jóna Joensen úr Gøtu uttanlands í arbeiðsørindum. Saman við eini vinkonu gekk leiðin til Sveis, har tær báðar í eitt tíðarskeið skuldu arbeiða á eini matstovu, men fyri Jónu gjørdist talan um eina vitjan, sum gjørdist væl longri enn ætlað.

Jóna varð nevnliga trúlovað í Sveis, og tá vinkonan setti kósina aftur móti Føroyum, varð Jóna hangandi eftir. Nýggi bústaður hennara gjørdist Treiten, sum er ein lítil bygd nærhendis Bern, og í dag fæst hon við at selja føroysku pløggini frá Tøting til sveisarar.


Stóran persónligan týdning

Sum sagt er Treiten eitt líti bygdarsamfelag í Sveis, og í slíkum hevur sosiali parturin av tilveruni ofta betri fastatøkur, enn í so nógvum stórbýum, og Jóna tykist eisini at hava fingið hópin av vinfólki.

Maður hennara, Thomas, er limur í einum ítróttafelagsskapi, sum fyri tað mesta fæst við fimleik, men har talan eisini er um ítrótt av øllum møguligum slag. Umvegis Jónu hava hesi so fingið nakað av kunnleika til Føroya, og so við og við er hetta fórvitni vorðið alsamt størri. Tá so lutakastið til inniverandi HM-undankapping í fótbólti hevði verið, og tað gjørdist greitt, at Føroyar og Sveis vóru í bólki saman, varð avgerð tikin um, at nú skuldu tey øll til heimlandið hjá Jónu.

Jóna greiðir frá, at tey fyrst kannaðu, hvussu ferðin kundi skipast. Tað vísti seg, at ein ferðamannastova eisini arbeiddi við ætlanum at gera ferðir í samband við landsdystin, og tí varð sum so ikki talan um nakað stríð hjá føroysk/sveisiska parinum at skipa fyri hesum. Tey kannaðu eftir, hvussu nógv høvdu áhuga at koma við, og so vórðu ferðaseðlarnir bílagdir. Hóast talan er um eina hampuliga dýra ferð, so kann ikki sigast annað enn, at áhugin hevur verið stórur. Eini 13 fólk eru við í ferðalagnum hjá Jónu, og sjálv er Jóna ikki sørt errin um hetta.

- Tað er stuttligt at sleppa at vísa sitt egna land fram, og tað er so avgjørt nakað, sum merkir nógv fyri meg, heldur Jóna. Spurd, um hon kanska kennir seg sum eitt slag av ambassadøri fyri Føroyar, sigur hon, at tað ger hon so avgjørt.

- Føroyar eru so ikki tað landið, sum sveisarar hugsa fyrst um, tá tey skulu ferðast. Um so er, at tey ætla sær norðureftir, er talan oftast um okkurt av hinum Norðanlondunum, men kanska kann ein slík ferð broyta eitt sindur Fáa vit øll eina góða ferð, kunnu hesi greiða øðrum frá ferðini, og um so er, kann eg ikki annað enn vera fegin heldur hon.


Fýra strævnir dagar

Tað er greitt, at skal Jóna geva gestunum eina hóming av føðilandi sínum, so hevur hon eina hampuliga stóra uppgávu fyri framman. Steðgurin er bert fýra dagar, og umframt at vitja Svangaskarð, tá landsdysturin er á skránni, verður talan um fleiri aðrar vitjanir.

- Jú, vit hava longu lagt skránna til rættis. Fríggjamorgunin fara vit út í Vestmannabjørgini. Eisini skulu vit til Skálavík, har mostir mín hevur eini hús, og hon hevur eisini hjálpt okkum við onkrari útferð har. Leygardagin skuluit til bæði Saksunar, Gjógv og sjálvandi eisini til Gøtu, áðrenn vit fara á Svangaskarð, og ímillum alt hetta skulu vit so eisini uppliva býarlívið í Havn, so tað er ikki fyri at sova, at tey eru komin higar, sigur hon flennandi


Halda við teimum smáu

Sum skilst, so er tað ikki akkurát fótbólturin, sum hevur størstu atdráttarmegina í ferðalagnum. Heldur verður hetta nýtt sum eitt høvi at koma til Føroya, og Jóna er eisini skjót at siga, at fótbóltur ikki er tað, sum sveisarar hugsa mest um í gerandisdegnum.

- Tað er kanska mest íshockey og skí-ítróttur, sum hevur størsta áhugan í Sveis, tó at mannfólkini eisini er sera áhugaði í Formel 1. Tað tykist sum um einstaklingaítróttur hevur størri áhuga enn liðítrótt, haldi eg.

Spurd, um tað er soleiðis, at tjóðskaparkenslan er minni, tá talan er um fýra mál, sum verða tosað í landinum, sigur Jóna, at tað er tað ikki.

- Tað er rætt, at málini eru nógv í tali, og eisini er tað knívsskorið, hvar hvat mál verður tosað. Har vit búgva er tað til dømis týskt, men bert tvær bygdir longri burturi tosað tey franskt og einki annað. Tað kennist kanska eitt sindur løgið, men hóast hetta, so er vanliga fatanin, at talan er um eina tjóð, sigur Jóna.

Hóast hetta, so er svarið avgjørt ikki »Sveis«, tá vit, áðrenn vit takka fyri okkum, spyrja, hvørjum tey fara at halda við, tá landsdysturin verður leygardagin.

- Vit mugu halda við pinkulingunum, halda tey flestu. Sjálv er Jóna eitt sindur varin, og sigur seg vóna, at okkara menn fara at fáa javnleik, men hon verður tó skjótt stemmað niður av restini. »Nei, nei. Føroyar fara at vinna« tykist breið semja at vera um.