– Hetta hevur verið eitt ordiliga gott kappingarár, har vit hava vunnið allar dystirnar uttan ein. Tað hevur verið so stuttligt at spælt, og tað hevur gingið ordiliga væl, sigur Sofía Purkhús, ið var sera fegin um at fáa heiðurin sum besti spælari oman á tað at hava vunnið greipuna.
– Finalurnar hava verið spennandi, og sjálvt um tað í dag endaði 3-0, var tað ein harður dystur, har vit ikki kendu okkum tryggar, fyrr enn alt var liðugt. Vit kempaðu væl og spæla væl saman, kenna hvørja aðra væl og eru væl fyri sálarliga. Vit royna at fáa tað besta burtur úr øllum.
Hvussu so verður við Mjølni næsta ár, torir hon einki at siga um, tí tað veit hon ikki. – Men eg kann so í øllum førum siga, at nú flogbólturin er av, stendur fótbólturin á skránni hjá mær, sigur Sofía Purkhús, ið plagar at vera ein av fleiri málslúkum á meistaraliðnum hjá KÍ.
hilmarjan@sosialurin.fo