Stuttligt at tey lokalu eru stjørnurnar

Konseptið er ordiliga gott, siga Vígdis og Sonja

- Konseptið er ordiliga gott, siga Vígdis og Sonja. Tað er stuttligt, at tað er eydnast at samla fólk úr økinum.

 

Vígdis og Sonja kroka undan regninum og hava fingið sær heita súpan. Guðrið Hansdóttir er á pallinum, regnið oysir niður, men stemningurin er enn góður.

 

- Her eru nógv smærri tiltøk í økinum, har fólk spæla á smærri pallum, við verri ljóðgóðsku, siga tær. Tað er ordiliga stuttligt at hoyra tey á einum stórum palli, við betri ljóði. Tað gevur eitt nógv størri upplivilsi.

 

- Ester Kristiansen er eitt gott dømi um júst hetta. Hon er hiðani, ein nýggjur tónleikari, sum hevur spælt til minni tiltøk í økinum. Nú hevur hon verið nógv at hoyra í útvarpinum í seinastuni, men tað var ordiliga gott at hoyra hana live á einum stórum palli, við so góðum ljóði og góðum tónleikarum aftanfyri seg. Hon var eitt sera positivt yvirraskilsi.

 

Tað lokala bráið á festivalinum dámar teimum eisini væl.

 

- Tað er stuttligt, at tað eru tey hiðani úr økinum, sum eru stjørnurnar. Fólk í økinum gleddu seg veruliga at hoyra “Av og á” aftur, eftir 20 ár, og seinni koma “Bacon” eisini á pallin. Ester og Marni sluppu eisini at kenna seg sum stjørnur, og høvdu kanska fleiri fjepparar enn Jens Marni og Páll Finnur Páll. Jens Marni Hansen er góður, men hann er so nógv at hoyra og spælir nógva aðra staðni, meðan Ester og Marni eru okkara egnu.

 

Regnið oysir enn niður, Guðrið syngur framvegis. Sonja og Vígdis halda, at festivaløkið riggar væl. Tíverri spælir veðrið ikki við í dag, men tá koma teltini væl við.

 

- Tað er gott at her eru telt um økið, so ein kann sita turrur undir taki, men allíkavæl vera við í stemninginum og hoyra tónleikin.

 

- Tónleikaliga er okkurt til øll, og eg haldi fólk hiðani stuðla tiltakinum væl. Tað eru ítróttarfeløgini í økinum, ið standa fyri matarsøluni, og tað tykist sum, at fólk gjarna vilja stuðla teimum, júst av tí, at peningurin fer til feløgini her, siga Sonja og Vígdis at enda.