Stuttligt at verða partur av einum góðum liði

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Ruth Albinsdóttir fekk gásarhold av upplivingini á Hálsi í kvøld

Ruth Albinsdóttir fekk gásarhold av róminum, sum bleiv uppi í høllini á Hálsi í Havn, tá føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti vann seg víðari í EM-kappingini við einum 3-0 sigri á Liktinstein í kvøld.

 

Ruth Albinsdóttir var munagóð við sínum dygga verjuspæli, og hon fegnast um, at hon kundi koma inn og gera mun. Hon er fegin um at verða partur av einum so góðum liði, og heldur tað er sera lætt at koma inn á vøllin, tá hon hevur so góðar viðleikarar.

 

Ruth Albinsdóttir sigur, at hon fekk gásarhold av upplivingini í høllini á Hálsi í kvøld. 

 

Ruth Albinsdóttir heldur, at Føroyar hava liðið, sum kann fara allan vegin, og eisini vinna á Kýpros, og harvið eisini vinna seg víðari í HM-undankappingini.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Ruth Albinsdóttir á Rás2 aftaná sigurin ímóti Liktinstein