Tað er eingin loyna, at Nes kommuna er nógv vaksin í fólkatali hesi seinnu árini, og tað er stutt síðan, at kommunan við sínum stívliga 1500 íbúgvum kundi taka býarheitið.
- Jú, tað hevur verið stuttligt at fylgt gongdini og verið ein partur av menningini innan íbúðar-og sethúsamarknaðin.
Tað sigur Helgi Johannessen, stjóri í byggivirkinum KBH, sum seinnu árini bæði hevur bygt íbúðir og sethús í Nes kommunu.
Umleið 70 fólk búgva í teimum 18 íbúðunum, sum KBH fyrst bygdi fyri Bústaðir og í teimum 16 íbúðunum, sum byggifyritøkan sjálv bygdi og seldi.
Í løtuni byggir KBH 18 íbúðir fyri Bústaðir á Toftum, sum Almannaverkið fer at leiga, tá íbúðirnar standa lidnar á sumri 2025.
- Tað er stuttligt at síggja gongdina við einum blandingi av fólki í íbúðarlonunum, sum vit hava bygt - fyrst fyri Bústaðir og síðan fyri okkum sjálvar, og her eru eisini fleiri børn.
Stjórin í KBH, sum sjálvur býr á Toftum, vísir á, at byggingin av teimum tilsamans 34 íbúðunum eisini gjørdi, at nøkur sethús eru vorðin tøk í kommununi.
Hann sigur, at tað eru nøkur tilkomin og eldri fólk, sum hava valt at leiga ella keypa sær eina íbúð í staðin fyri at sita í húsunum, tey búðu í.
- Í summum førum eru tað børnini, sum hava keypt gamla bústaðin, sum hesi fluttu úr – ella onkur heilt annar, sum er fluttur í kommununa at búgva.
Helgi Johannessen vísir á, at tað er ikki so sjáldan, at tú kemur í handilin á Toftum og hittir fólk, sum búgva í kommununi, men sum tú ikki kennur.
- Jú, hetta er hugaligt, og tað er stuttligt at síggja, at fólk velja at búseta seg her í kommununi, og tað er eisini stuttligt at hava verið ein partur av at skapa hesar møguleikar, heldur stjórin í KBH fyri.