Stuttligt – men farligt

Nú fólkatingsvalið verður, fara vit at sita og fylgja við valúrslitunum so hvørt tey verða lisin upp. Tað er sera stuttligt at síggja hvussu atkvøðurnar koma frá teimum ymsu valstøðunum

Tað, sum vit ikki geva okkum far um, er, at tað sum er stuttligt fyri okkum, er vandamikið fyri bygdirnar og brot á eina demokratiska høvuðsreglu.

Hendan regla sigur, at veljarin skal sleppa at velja á ein slíkan hátt, at eingin skal kunna eftirkanna, hvussu hann hevur atkvøtt. Hetta ideal er als ikki í samsvari við tann veruleika, sum veljararnir úti um landð liva í sum er. Har ber til at hava eyguni við veljarunum, og tað kann koma teimum aftur um brekku.

Valini í Føroyum eru tí ódemokratisk, og tað einasta rætta er at løgtingið, nú tað hevur gjørt allar Føroyar til eitt uppstillingardømi, tekur avleiðingina av hesum og broytir lógina um val til Føroya løgting soleiðis, at allar atkvøður úr øllum valstøðum koma í stórapott og at eingin kann siga um ein ávís atkvøða kemur úr Sumba ella av Viðareiði.

Í eini grein herfyri vísti eg við einum konkretum dømi á hvussu vandamikil henda skipan hevur verið higartil og segði, at hildu vit fram at telja atkvøðurnar upp á teimum smáu valstøðunum, kom skilið at gerast enn verri. Í hesum sambandi nevndi eg skyldmann mín Kjartan Mohr, og ein annar skyldmaður hansara heldur, at eg havi nakað ímóti Kjartani. Hetta er so langt burturífrá veruleikanum sum nakað kann vera. Vit øll í familjuni eru errin av at vera í ætt við Kjartan Mohr, tí hann er ein av teimum heilt stóru slóðbrótarunum í føroyska vinnulívinum. Ikki bert dugdi hann at hugsa stórar tankar, men hann dugdi eisini at seta teir í verk. Tí gjørdist hann ikki bert stovnsetari, men megnaði eisini at menna og útbyggja virkið so hann førdi Føroyar inn á framleið. Hetta var tí hann hevði sera góð evni til at meta um fólk. Hetta vísti seg ikki bert við at hann fekk eina góða konu, men eisini við at hann í virki sínum samstarvaði við fyrsta floks menn, sum hann fekk at leggja alla orku sína í fyritøkuna.

 

Eisini politiskt var Kjartan ein vinningur fyri land okkara. Hann var altíð fúsur at stuðla góðum nýggjum uppskotum, og sum kunnugt var tað honum fyri at takka, at eitt tað besta landsstýrið, vit hava havt, sjálvstýrislandsstýrið, kom í lag. Har lá hansara partur ikki eftir, og tað var avgjørt ikki av hansara ávum, at ikki so nógv kom burturúr sum vónað.

 

Men tað er greitt, at eingin er lýtaleysur, og skulu vit læra nakað av søguni, noyðast vit at viðgera lýti og dygdir hjá almennum persónum, sum hava tikið politiskar avgerðir. Tað sum dømið mítt vísti, var ein vansi sum er við skipan okkara. Nógvir eru teir politikarar, sum hava fingið fyrimun burtur úr hesum lýti, og tekur løgtingið ikki annað skinn um bak nú, verður talan um eitt stórt afturstig fyri demokratiið.